Kópakonan vann á Pamelu

Meðan Pamela Anderson lendi í Vágunum í morgun, vóru hópin av føroyingum á veg yvir á Kalsoynna til avdúkingina av Kópakonuni.

Meðan Pamela Anderson lendi í vágunum í morgun, vóru hópin av føroyingum á veg yvir á Kalsoynna til avdúkingina av kópakonuni. Um somu tíð sum tíðindafundurin á Hotel Føroyum var av, vóru upp ímóti 2000 fólk niðri á helluni við Stórakneysa.

Ternan, sum í dag hevur siglt ímillum Klaksvík og Syðradal, tekur 300 fólk, og hon hevur verið mestsum full hvønn túr. Á døgurða í dag hevði hon siglt um 1200 fólk yvirum, og Sam, ið sigldi í gjár var fullur hvønn túr.

Tað sirmaði eitt sindur, meðan fólk í hópatali gingu leiðina oman á hellina. Meðan tað varð gingi ðrungaði ein ljóðleikur um kópakonuna um alla hellina, og tá ið móttøkan byrjaði klokkan gott tvey, sleyt í.

Áðrenn Olivur Joensen, ein av stigtakarunum til tiltakið, handaði Jógvani Skorðheim borgarstjóra kópakonuna, greiddi hann frá, at tá ið kópakonan fyrr í vikuni skuldi oman á Stórakneysa, gekk tað sera striltið at fáa hana oman. Veðrið var ikki til vildar, og at enda mátti 20 mans um at bera hana oman. Tó fekk alt ein góðan enda, og tá ið Bjørn Kalsø avdúkaði kópakonuna, tók fjøldin sera væl ímóti henni.

Tað er Hans Pauli Olsen ið hevur teknað og gjørt standmyndina av kópakonuni.