Royndirnar við koppsetingarevninum AstraZenecas, sonevndu Oxford-koppsetingini, eru settar í bíðistøðu eftir illgruna um álvarslig hjáárin.
Stig 3-testingin av koppsetingarevninum, sum verður ment av AstraZeneca og University of Oxford, eru nú stegaðar, meðan kannað verður, hvørji hjáárinini eru.
AstraZenecas covid-19 koppsetingin er á triðja stigi - ella í fasu 3, sum tað eisini verður rópt - og hetta er soleiðis seinasta stigið í royndunum.
Ein talsmaður fyri AstraZeneca vísir á, at steðgurin er ein "standard rutina, sum má gerast, tá funnið er fram til eina potentiella og ógreinaða sjúku í einari av royndunum..."
Sambært útlendskum miðlum, verður koppingarevnið roynt í stigi 3 í USA og á stigi 2 og 3 í Stórabretlandi, Brasilia og Suðurafrika.
Mett hevur annars verið, at royndirnar hjá AstraZeneca at menna koppingarevni móti covid-19 eru millum tær fremstu, og ES hevur longu gjørt avtalu við veitaran.
Enn er ógreitt, hvør hevur steðgað royndunum á stigi 3 og hevur sett tær í bíðistøðu - um tað er veitarin AstraZeneca sjálvur ella onkur annar.