Í gjár skrivaðu vit her á In.fo um FC Drita úr Kosovo, sum er í undanumfarinum til undankappingina til bólkaspælið í Champions League. Tveir spælarar hava fingið staðfest koronasmittuna og nú hevur kappingarnevndin hjá UEFA dømt liðið til at tapa 3-0 móti norðurírska Linfield FC.
- Við tí í huga, at allir spælararnir hjá FC Drita nú skulu í sóttarhald, eftir at annar spælarin í hópinu hevur fingið staðfest Covid-19, kann dysturin í undanumfarinum í Champions League ikki avgreiðast, skrivar UEFA á heimasíðuni.
Tað merkir so, at Linfield FC kemur víðari til 1. umfar í undankappingini til Champions League bólkaspælið. Tað er sama umfar, sum KÍ er í. Sambært reglugerðini, so skuldi dysturin verða avgreiddur í seinasta lagi fríggjadagin 14. august.
B36 hevur hav tein støðu í seinastuni, har ein persónur í leiðslubólkinum hevur fingið staðfest Covid-19. B36 hevur í gjár boðað frá, at allir spælararnir eru testaðir aftur í gjár og allar royndir vóru negativar.
B36 skal spæla móti St Joseph’s úr Gibraltar í komandi vikuni. Reglugerðin hjá UEFA sigur, at dysturin skal avgreiðast í seinasta lagi 22. august. Hann er í løtuni ásettur til 20. august.