Korona ger um seg í Gundadali

Dysturin millum B36 og Víking er avlýstur

Tað er staðfest korona í B36 hópinum. Tí er landskappingardysturin millum B36 og Víking, sum skuldi vera nú klokkan 15.30 avlýstur.

 

Úr leguni hjá Víkingi frættist, at teir vóru farnir undir upphitingina, tá ið boðini komu um, at dysturin er avlýstur, tí tað er korona í B36 hópinum.

 

Tað er ikki greitt, nær dysturin verður spældur. Síðsta umfar í kappingini er sett at vera leygardagin 30. oktober.

 

Víkingur kappast við HB um silvurkrónurnar, og B36 kappast við NSÍ um fjórða plássið, sum ber atgongd til europeisku kappingarnar við sær.