Korona: Hetta kemur ikki óvart á meg

– Vit høvdu væntað, at talið fór at hækkað, sigur landsstýrismaðurin eftir at talið á smittaum føroyingum er meiri enn tvífaldað síðani í gjár

– Tað var væntandi, at talið á smittaðum fór at hækka.

Tað sigur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum. Og tað sigur hann eftir at landslæknin upplýsti í morgum, at nú eru tað 47 føroyingar, sum eru smittaðir.

Tað er meiri enn tvær ferðir so nógv sum í gjár, tí í gjár vóru 18 føroyingar smittaðir, og sostatt hevur talið á smittaðum rættiliga tikið dik á seg í Føroyum.

Men hann sigur, at hetta nýggjasta talið yvir talið á smittaðum er úrslitið av, at nógv fleiri kanningar verða gjørdar nú.

– Vit kanna eini 200 fólk um dagin og tað er nógv meiri enn vit hava gjørt. Men úrslitið av tí er so eisini, at vit finna fleiri fólk, sum hava smittuna, so tey kunnu fáast í sóttarhald, sigur landsstýrismaðurin.

Hann sigur, at endamálið er framvegis ta sama, og tað er at tálma vøkstrinum mest møguligt og tí verður hildið fast um ta ætlan, sum er løgd.

– Vit leggja alla orku í at tálma vøkstrinum, sigur hann.

Tí vórðu tiltøkini ímóti Korona herd í gjárkvøldið og eitt av nýggju tilmælunum  er, at vit skulu ikki at savnast í bólkum sum eru størri enn í mesta lagi 10 fólk, og helst minni enn tað.

Samstundis verður framvegis staðiliga mælt til, at vit øll somul, uttan undantak, gera sítt ítarsta at fylgja teimum fakligu tilráðingunum fyri at byrgja fyri smittuspjaðing.

– Eg vil enn einaferð staðiliga heita á allar borgarar í landinum um at fylgja teimum tilráðingum, sum heilsumyndugleikarnir mæla til, segði Kaj Leo Holm Johannesen í gjárkvøldið.