Nú sleppa vanlig fólk úr fremmandum londum ikki longur til Føroya, og tað forboðið stendur við í eina tíð framyvir.
Endamálið er at forða corona-smittuni í at breiða seg. Danskir ríkisborgarar sleppa kortini altíð til Føroyar – um so er at nakað ferðasamband er yvirhøvur.
Men fólk úr øllum øðrum londum sleppa ikki longur til Føroya uttan so, at tey hava eitt ávíst endamál við ferðini.
Sostatt merkir tað, at løgreglan fer at hava eftirlit við teimum, sum koma við flogførum, sum lenda í Vágum, og við teimum skipum, sum koma í føroyskar havnir, og øll skulu vera fyrireikað upp á at vísa samleikaprógv.
Hetta er eisini galdandi fyri skip og flogfør úr Noregi og úr Íslandi.
Løgreglan sigur, at tey hava longu fingið fleiri fyrispurningar frá fólki, sum skulu til Føroyar í ymsum ørindum.
Spurningurin er so, hvørji tey endamálini kunnu vera, sum loyva fólki at koma til Føroya.
Løgreglan sigur, at teir útlendingar, sum arbeiða í Føroyum, hava eitt endamál, sum verður góðtikið, og sostatt sleppa tey til Føroya.
Men talan kann eisini vera um, at fólk koma til Føroyar at fylgja, tí onkur í familjuni fer til gravar, ella tey koma higar at vitja avvarðandi, sum eru álvarsliga sjúk.
Er talan um foreldur, sum ikki búgva saman, kann talan eisini vera um at mamman, ella pápin, koma til Føroya at vera saman við barninum. Tann samverurætturin verður sostatt heldur ikki skerdur.
Talan kann eisini vera um onnur endamál, sum verða góðtikin, men ferðafólk, bara koma at vitja familju, ella bara at ferðast, sleppa ikki til Føroya, men verða send heim aftur.