Roknskapurin hjá BankNordik fyri ársins fyrstu níggju mánaðir vísir, at grundraksturin er góður, og at COVID-19 hevur ikki ávirkað fíggjarligu gongdina hjá bankanum so nógv sum upprunaliga væntað.
Hóast 2020 higartil hevur verið eitt óvanligt ár orsakað av farsóttini, so væntar BankNordik nú, at ársúrslitið verður 140 - 160 mió. kr. eftir skatt. Tað er betri enn upprunaliga mett.
Bank Nordik setti í várhjálpartiltøk í verk fyri at geva sperdum fyritøkum og húsarhaldum møguleika at útseta lánsgjøld í sambandi við avleiðingarnar av korona. Tørvurin á fíggjarligari hjálp minkaði tó munandi longu í 2. ársfjórðingi, og í 3. ársfjórðingi var nærum eingin eftirspurningur eftir at útseta lánsgjøld.
- Vit eru fegin um, at bæði vinnulív og húsarhald sum heild hava klárað seg væl ígjøgnum avbjóðandi tíðarskeiðið. Fyri ávísar partar av vinnulívinum hevur talan tó verið um ógvusliga afturgongd, og harumframt eru framtíðarútlitini í løtuni tengd at stórari óvissu. Tí hava vit hækkað upphæddina, ið er sett av til møgulig tap í kjalarvørrinum á farsóttini, úr 35 mió. kr. upp í 50 mió. kr, sigur Árni Ellefsen, forstjóri í BankNordik.