Korona rakar U21-landsliðið: Tvær broytingar

Liðskiparin á U21-landsliðnum hevur fingið koronu

Sámal Erik Hentze hevur sent boð eftir Jónas Warner úr B71, og Óla Eyðsteinsson Poulsen úr KÍ til landsdystin á útivølli móti Serbia komandi fríggjadag, eftir at Stefan Radosavljevic hevur fingið staðfest koronu.

 

Fótbóltssamabndið skrivar, at tvey avboð afturat hava rakt U21-landsliðið, sum í hesum døgum fyrireikar seg til EM-undankappingardyst á útivølli móti Serbia.

 

- Liðskiparin, Stefan Radosavljevic úr HB, og Andreas Thomsen úr B36 eru ikki tøkir hesaferð. Í staðin hevur venjarin, Sámal Erik Hentze úttikið Jónas Warner úr B71, og Óla Eyðsteinsson Poulsen úr KÍ.

 

Undan dystinum, sum verður á Karadjordje Stadion í Novi Sad fríggjadagin 12. november klokkan 17.00, eru Føroyar nummar fýra í bólkinum við fimm stigum, meðan serbar eru á fimta plássi við fýra stigum.

 

Frakland er fremst við 10 stigum. Hini londini í bólkinum eru Ukraina, Norðurmakedónia og Armenia.

 

Hópurin:

 

Bárður á Reynatrøð, Víkingur

 

Bjarki Vitalis Mørk, HB Tórshavn

 

Áki Johannesen, B68 Toftir

 

Andrias Edmundsson, CDA Aguilas (Spania)

 

Børge Petersen, KÍ Klaksvík

 

Pætur T. Skipanes, NSÍ Runavík

 

Hanus Sørensen, Middelfart (Danmark)

 

Noah Hans Mneney, Víkingur

 

Magnus Holm Jacobsen, B36 Tórshavn

 

Ragnar Skála, AB Argir

 

Óli Eyðsteinsson Poulsen, KÍ Klaksvík

 

Gullbrandur Øregaard, Sandnes ULF (Noreg)

 

Jóhann Hansson Joensen, EB/Streymur

 

Aleksandur Ó. Jensen, B68 Toftir

 

Símun Sólheim, EB/Streymur

 

Jóhan Renéson Thomsen, TB Tvøroyri

 

Lukas Giessing, HB Tórshavn

 

Ingi Jonhardsson, Víkingur

 

Jonn Johannesen, KÍ Klaksvík

 

Jónas Warner, B71 Sandur