Korona útsetir politiskan landsfund í Vestmanna

Næsta vikuskiftið skuldi Fólkaflokkurin hava landsfund í Vestmanna

Men fundurin er nú útsettur.

 

– Eftir tilmæli og ráðum frá heilsumyndugleikum, er landsfundur Fólkafloksins, sum skuldi verða leygardagin 13. november, útsettur, skrivar Fólkaflokkurin.

 

Fólkaflokkurin er størsti flokkur í Føroyum, og fekk á seinasta løgtingsvali 8.298 atkvøður, sum svarar til 24,5 prosent. Tað gav flokkinum 8 tingsessir. Fólkaflokkurin fekk eitt nú 1.416 atkvøður og 4,2 prosent meira enn Sambandsflokkurin fekk á valinum.

 

– Nýggj dagfesting fyri landsfundin verður almannakunngjørd, tá koronustøðan er batnað, skrivar flokkurin.