Korona var høvuðsevnið í kjaki millum Harris og Pence

Tey tosaðu um níggju evni í teir 90 minuttirnar, sum kjakið millum varaforsetavalevnini í USA vardi.

Demokratiska varaforsetavalevnið, Kamala Harris, og amerikanski varaforsetin, Mike Pence, hittust í nátt til fyrsta og einasta sjónvarpskjakið upp til amerikanska forsetavalið 3. november.

Ikki óvæntað var koronukreppan ovast á skránni, men eisini spurningar um lutin hjá varaforsetanum í amerikanskum politikki, veðurlagsbroytigar og frí fosturtøka vóru millum evnini.

Tilsamans níggju evni vóru viðgjørd í teir 90 minuttirnar, sum kjakið vardi. Punktini, sum ikki vóru kend frammanundan, síggjast niðanfyri og nakað av tí, sum valevnini svaraðu: 

* Koronukreppan.

– Amerikanska fólkið hevur verið vitnið til tað størsta svikið nakrantíð av eini amerikanskari stjórn í søguni hjá hesum landi, segði Kamala Harris og vísti á teir umleið 210.000 amerikanararnar, sum eru deyðir av covid-19.

Mike Pence vardi royndirnar hjá stjórnini at stríðast ímóti farsóttini:

– Eg vil, at amerikanska fólkið skal vita, at Trump forseti frá fyrsta degi hevur sett heilsuna hjá amerikanska fólkinum fremst, segði hann.

* Luturin hjá varaforsetanum í amerikanskum politikki.

– Bæði Mike Pence og Kamala Harris søgdu, at tey eru til reiðar at taka yvir, um tað skuldi hent forsetanum eitthvørt.

Hvørgin teirra ynskti at svara beinleiðis uppá, um tey hava tosað við sítt forsetavalevni um tað, sum eru ávikavist 74 og 77 ára gamlir.

Hvørt veljarar hava rætt til at kenna heilsustøðuna hjá forsetanum í smáltur svaraði Harris:

– So avgjørt.

* Amerikanskur búskapur.

Kamala Harris segði, at Joe Biden alt fyri eitt fer at rulla skattalættan hjá teimum ríkastu aftur.

Mike Pence segði harafturímóti, at Kamala Harris og demokratiska forsetavalevni, Joe Biden, ætla at hækka skattin og oyðileggja búskapin.

– Tit hoyrdu hana sjálvi. Frá fyrsta degi fara tey at hækka skattirnar hjá milliónum av amerikanrum, segði Mike Pence millumannað.

* Veðurlagsbroytingar.

Susan Page, orðstýrari, vildi vita, hvørt Mike Pence, varaforsetavalevni, heldur, at skógareldar á amerikansku vesturstrondi hava nakað við veðurlagsbroytingar at gera.

– Veðurlagið brytist. Spurningurin er: Hvør er orsøkin, og hvat gera vit við tað? Segði Mike Pence.

Pence segði, at Trump og umsiting hansara fylgja vísindini, men nokta at at gera veðurlagsbroytingarnar til eina hóttan.

* Kina.

– Kina hevur ábyrgdina fyri koronuvirusinum. Tey kunnaðu okkum ikki um virusið fyrr enn í februar. Joe Bicen heldur við Kina. Amerikanarar hava uppiborið meira, segði Mike Pence, sum gevur Kina ábyrgdina fyri virusið.

Mátin hjá Trump og umsiting hansara at viðgera Kina uppá »hevur kostað lív og arbeiði«, heldur Kamala Harris.

* Uttanríkispolitikkurin hjá USA.

– Vit eru vorðin ótryggari sum tjóð, tá forsetin til dømis tekur USA úr kjarnorkuavtaluni við Iran og fjeppast uppi í einaræðisharrum kring heimin, segði Harris.

– Tá Donald Trump tók yvir, var Islamskur Statur á stødd við Pennsylvania. Nú eru tey bard niður og leiðarin al-Baghdadi er burtur, segði Pence.

* Frí forsturtøka og hægstirættur.

Meðan Mike Pence í fyrstu syftur lat vera við at svara spurninginum frá Susan Page, um hann vil banna fríari fosturtøku, svaraði Kamal Harris spurninginum:

– Eg fara altíð at stríðast fyri sakini hjá kvinnunum. Tað skal ikki vera upp til Donald Trump og Mike Pence, hvat kvinnur skulu gera við sín kropp, segði hon.

Seinni svaraði Pence, at hann var »fyri lívi«.

* Løgregluharðskapur og rasuófriður.

– Tað er eingin umbering fyri tað, sum hendi George Floyd. Men tað er heldur eingin umbering fyri, hvat síðani er farið framvið uppreistri og stuldri, segði Mike Pence.

– Joe Biden og eg halda, at vit skulu hava eina nýskipan av løgregluni og rættarskipanini í USA. Vánalig løgreglufólk og ring fyri løgregluna, segði Kamala Harris um uppreisturin.

* Valið.

– Eg haldi, at vit vinna hetta valið, segði Mike Pence.

– Vit hava valdið teir næstu 27 dagarnar til at velja kósina fyri land okkara næstu árini. Um vit brúka atkvøðuna, fara vit at vinna, segði Kamala Harris.

/ritzau/