Kortanei til bústaðarskatt

- Uppskotið hjá Jóannes Eidesgaard er serliga eitt álop á pensionistarnar, sum flestir eiga síni hús, sigur formaðurin í Fólkaflokkinum

Tað var í Sosialinum í gjár, at Jóannes Eidesgaard, fíggjarmálaráðharri, róði framundir, at vit skulu broyta skattalógina soleiðis, at vit fáa ein bústaðarskatt í Føroyum.

Men formaður Fólkafloksins, Jørgen Niclasen, er ikki samdur við fíggjarráðharranum og formanni Javnaðarfloksins, Jóannes Eidesgaard.

Í viðmerking við Vágaportalin, sigur formaður Fólkafloksins, at verður bústaðarskattur settur í verk, so pilkar tú við sjálva sálina í føroyinginum, har tað at seta føtur undir egið borð nú skal útloysa eina rokning.

- Fólk hava goldið fullan skatt av lønini, sum húsini eru goldin við. Og eitt slíkt uppskot er serliga eitt álop á pensionistarnar, sum flestir eiga síni hús.

- Eftir uppskotinum hjá Jóannes, um tínir skattapengar verða brúktir at gjalda leigu, so fært tú ongan skatt, men brúkar tú peningin at rinda títt egna hús, so skalt tú verða revsaður.

- Vit fáa fólk við minkaðum stoltleika og frá at seta føtur undir egið borð, skula føroyingar nú verða leigutrælir.

- Uppskotið er so langt frá føroysku fólkasálini at tað átti ikki at verið neyðugt at viðgjørt, sigur formaður Fólkafloksins, Jørgen Niclasen.