Kortanei til tunnilsmunna í Gerðabø!

Nicolina Dahl, Klaksvík

 

Fríggjadagin byrjaði ein nýggjur syrgiligur partur av longu harmasøguni um føroyskan politikk.

Nýggjur tunnil skal gerast norð um fjall. Tey velja dýrastu loysn, hóast landið skal spara á øllum øðrum økjum. Øll her norðuri munnu vita, at tað er Viðareiðisvegurin, sum er lívshættisligur og treingir heilt álvarsliga til ábøtur – tað hevði verið skilabetri at bøtt um vegasambandið í Viðoynni enn á Borðoynni.

Men fyri meg, sum búgvi í grannalagnum har, ið nýggi bergholsmunnin ætlandi skal vera, er tað uppaftur verri, at tey velja at fara ígjøgnum grønt øki, sum er mongum føroyingum dýrabært. Har eru friðað fornminni á Gerðabø, sum tað við tógvi stríð eydnaðist at fáa bjarga, tá nýggj býarskipan herfyri var gjørd.

Tað fellur mær fyri bróstið, at tingfólk skulu avgera linjuføringar og fáast við verkfrøði á tingi. Hvat hava tey Landsverk og serkønar verkfrøðingar til? Vita tey ikki, at jarðfrøðingar hava gjørt kanningar av Kjøli, har skriðu- og skalvalop hava verið?

Eg havi í míni fávitsku hildið, at vit velja fólk á ting til at gera raðfestingar. Ikki til avgera í smálutum, hvussu vegaarbeiði skulu gerast! Kanska skuldu vit bara skift um: latið starvsfólkini á Landsverki sita á tingi og koyra løgtingslimirnar til arbeiðis á Landsverki. So høvdu teir sloppið at fingist við tað, teir tíma best. Grót og skursl!

Eg kundi skriva síðu upp og síðu niður um hetta mál. Men í dag skulu tit fáa ta stuttu útgávuna: Kortanei til tunnilsmunna í Gerðabø!