Herfyri varð kunngjørt, at føroyska A-landsliðið í fótbólti, sum hevur HM-undankapping frammanfyri sær í heyst, skal spæla venjingardyst ímóti Kosovo hin 3. juni. Hetta er eitt serligt mótstøðulið á tann hátt, at hetta verður fyrsti altjóða skrásetti landsdysturin hjá Kosovo, ið bleiv ein sjálvstøðug tjóð so seint sum í 2008.
At hesin landsdysturin skuldi fáa sín serliga týdning var tó treytað av, at Kosovo fekk limaskap í UEFA. Mánamorgunin var atkvøðugreiðsla í UEFA, har Kosovo sum væntað endaði við at blíva innlimað í UEFA. 28 atkvøður vóru fyri limaskapinum hjá Kosovo, meðan 24 vóru ímóti. Harvið er Kosovo limaland nummar 55 í UEFA.
Venjingardysturin ímillum Føroyar og Kosovo verður spældur í týska Frankfurt.
Føroyingar skulu helst ikki vænta sær nakran avgreiðsluspurning, tí at fyri stuttari tíð síðani eydnaðist tað Kosovo at spæla javnleik ímóti Albania, 2-2. Albania er eitt av teimum 24 londunum, sum luttekur í EM-endaspælinum í summar.