Tað kostaði amerikanska ríkiskassanum 43,5 mia. dollarar ella 225 mia. krónur at reka CIA og hinar fregnartænasturnar í fjør. Hetta er heldur ikki alt, tí sambært Washington Post umfatar talið ikki útreiðslurnar til ta hernaðarligu fregnartænastuna, og tað kostaði einar 30 mia. krónur at reka hana í fjør, skrivar blaðið. Til sammetingar kann nevnast, at fyri tíggju árum síðani segði táverandi stjórin í CIA, Geroge Tenet, at í 1997 kostaði tað knappar 140 mia. krónur at reka allar tær amerikonsku fregnartænasturnar.