Koyr á Danmark

Um góða viku kann nýggi stórfilmurin um donsku dynamit-dreingirnar upplivast á hvíta løriftinum

Fótbóltur

 

Í tíðini áðrenn Rás Tórshavn, Televarp og aðrar fleirkanal-møguleikar. Og áðrenn føroyska fótbóltslandsliðið trein á altjóða pallin við brakinum í Landskrona, vóru tað donsku dynamit-dreingirnir, sum bergtóku føroyingar.

Brotssparkið hjá Allan Simonsen á Wembley í ‘83. Bjargingin hjá Ole Kjær í sama dysti. Málini hjá Brylle og Elkjær móti Belgia í ’84 og skrædda brókin hjá Elkjær eftir misnýtta brotssparkið í EM-hálvfinaluni. Málið hjá Laudrup móti Uruguay í ’86, fríspælingin hjá Jesper Olsen av Butragueno. Og ikki minst ófatuligi EM-sigurin í ’92.

Hetta eru millum annað løturnar, sum kunnu endurupplivast í filminum, ...Og det var Danmark, sum um góða viku hevur premieru á hvíta løriftinum. Fyrst og fremst er talan um fótbóltsminni, har stóru hetjurnar eiga aktivan lut í filminum. Men eisini er talan um ein film, har øll mentanin kring danska fótbóltslandsliðið verður viðgjørd. Ein mentan, sum eisini spennir um tónleik – líka frá Dura Duran til væl kendu Re-Sepp-Ten.

Filmurin verður eisini sýndur her í Føroyum. Frumsýningin í Havnar Bio verður leygardagin 9. mai.