"Koyr varliga - her býr fólk…"

Vága kommuna fer nú undir lokal ferðátøk í samband við kommunal arbeiði, har tung ferðsla koyrir í bústaðarøkjum.

Vága kommuna fer nú undir lokal ferðátøk í samband við kommunal arbeiði, har tung ferðsla koyrir í bústaðarøkjum í styttri og longri tíðarskeið.

 

Nógv virksemi er í kommununi, og fleiri kommunalar útstykkingar verða gjørdar í løtuni.

 

- Hetta merkir samstundis, at lastbilar koyra til og frá við tilfari - gjøgnum bústaðarøki - og kann hetta vera til ampa fyri tey, sum búgva í økinum.

 

Í Vága kommunu siga tey, at málbólkurin, tey í fyrsta lagi venda sær til, er lastbilaførarar.

 

Átaksplakatir við boðskapinum "koyr varliga – her býr fólk" eru framleiddar, og verða hongdar á lyktapelar í økinum, har arbeiðið fer fram.

 

- Vit vóna, at tikið verður væl ímóti átakinum. Ætlanin er, siga tey í Vága kommunu, at plakatirnar skulu brúkast hvørja ferð, størri kommunal arbeiði verða framd.