Í gjárkvøldið varð ein ungur maður ákoyrdur á vegnum millum Gundadalshøllina og Effo-støðina í Gundadali.
Sambært vaktleiðaranum, stóðu tveir bilar og bíðaðu eftir tørni at sleppa út á R.C. Effersøesgøtu.
Annar bilførarin ætlaði sær omaneftir og hin niðaneftir.
Vaktleiðarin á løgreglustøðini sigur, at tað var myrkt og vátt í veðrinum, tá ungi maðurin gekk ímillum hesar bilarnar sum bíðaðu.
- Meðan maðurin er á veg tvørtur um vegin, kemur ein triði bilur, ið ikki sær gongumannin, sum er í myrkum klæðum.
Maðurin verður ákoyrdur. Hann endar uppi á kápuni á bilinum og dettur síðan avaftur.
Vaktleiðarin sigur, at bilførarin, sum koyrdi á mannin, eftir øllum at døma ikki hevði nógv ferð, og maðurin fekk tíbetur bert smávegis snuddir.
- Bilførarin tók unga mannin uppí og koyrdi hann út á Landssjúkrahúsið til kanningar, og síðan varð ringt til næstringar at siga frá tilburðinum.
Tá bilførarin var komin heimaftur av Landssjúkrahúsinum, ringdi viðkomandi til løgregluna og greiddi frá tí, sum var hent.
Vaktleiðarin sigur, at tíbetur spældi hendingin í Gundadali væl av, og tey minna fólk, sum ganga úti í myrkri og ringum sýni, á, at bera endurskyn.