Fýra fólk lótu lív, tá ein bilur í gjár koyrdi inn í eina fultsetta barr í Florida.
- Haraftrat fingu 11 onnur løstir, upplýsir amerikanska løgreglan í nátt.
Løgreglan sigur, at talan var um ein bilførara, sum rýmdi undan løgregluni og koyrdi undan við nógvari ferð.
Løgreglan í Florida veit at siga, at ein 22 ára gamal maður er handtikin og skuldsettur í málinum.
Maðurin er skuldsettur fyri fýra bildráp og fyri at hava verið atvoldin til, at fleiri fólk fingu løstir.
Hetta vita útlendskir miðlar at siga í morgun.










