Tíðliga í gjárkvøldið steðgaði løgreglan einum bilførara í Eysturoy, sum tey høvdu illgruna um var ávirkaður av rúsevnum.
Tað vísti seg eisini, at illgrunin hjá løgregluni var rættur.
Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at kanningarnar hjá teimum vístu, at bilførarin var rúsaður - ikki við alkoholi, men rúsevnum.
Blóðroynd er tikin, sum verður avgerandi fyri, hvussu málið verður avgreitt.
- Tað vísti seg eisini, sigur løgreglan, at bilførarin hevði ikki rindað fyri vektgjald, sum er fallið til gjaldingar, og tískil misti bilurin eisini pláturnar.