Ein maður bleiv tíðliga leygarmorgunin tikin fyri at koyra ávirkaður í Havn.
Tað var um sekstíðina leygarmorgunin, at løgreglan fekk boð um, at ein bilur hevði rent á eina av oyggjunum á ringvegnum í Havn.
Tað vísti seg, at bilførarin var ávirkaður, og hann varð tí tikin við á politistøðina, har blóðroynd varð tikin. Maðurin verður nú skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring.