Seks limir eru koyrdir úr baskiska loysingarfelagsskapinum ETA, tí teir hava mælt frá, at felagsskapurin skal nýta harðskap fyri at røkka sínum máli, sum er eitt sjálvsstøðugt baskaraland.
Teir seks sita í sponskum fomngslum, og har hava teir sagt, at tað nyttar ikki hjá ETA at brúka harðskap longur, og at í veruleikanum hevur felagsskapurin als ongan týdning longur. Upprunaliga vórðu teir koyrdir burtur úr ETA longu í august í fjør. Hesum mótmælstu teir, men í gjár kunngjørdi leiðslan í felagsskapinum, at avgerðin stendur við og verður ikki broytt.
-Teir seks hava roynt at elva til øsing og at seta fólk upp ímóti ETA, og slíkum limum hava vit ikki brúk fyri, stóð í einari kunngerð frá leiðsluni.