Koyrdu á russiska landminu

Bilurin, tey koyrdu í, var á veg gjøgnum eitt skógarøki, tá tey raktu landminuna, og í minsta lagi fýra fólk lótu lív.

 

Í minsta lagi fýra fólk lótu lív á Kharkiv-leiðini í Ukraina í dag, tá tey koyrdu á eina russiska landminu.

 

Millum tey deyðu var eisini eitt barn.

 

Hetta upplýsir guvernørurin í regiónini, Oleh Synjehubov, og tað er norska kringvarpið - NRK - sum endurgevur.

 

Sagt verður, at bilurin, tey koyrdu í, koyrdi gjøgnum eitt skógarøki, tá tey raktu landminuna.

 

Í Dnipropetrovsk-regiónini fekk ein tíggju ára gamal drongur og fýra kvinnur lløstir í einum russiskum álopi á býin, Nikopol.

 

Tað upplýsir guvernørurin í økinum, Serhij Lysak, og her er tað The Kyiv Independent, sum endurgevur.

 

Tað er eisini The Kyiv Independent, ið eigur viðheftu mynd, sum vísir knústa bilin í einum skógarøki.