»Nú kann eg koyra bil« er hetið á einum nýggjum videolagi, sum koyrilærarin Benny Ejdesgaard gevur út.
- Stílurin er eitt sindur musicalkendur við upcoming føroyskum talentum og onkrum glaðum amatøri ímillum, sigur Benny Ejdesgaard. Tað er Niclas Johannesen, sum hevur gjørt bæði orð og lag, og tað borgar sum vera man fyri góðsku, hóast lagið er reklama fyri koyriskúlan hjá Benny Ejdesgaard.
Tey, ið syngja lead og bakgrundsrøddir eru Anfinn Danielsen, Jona Á Váli Olsen, Dánial Gomez Gudjonsson, Birita Adela Davidsen og Jóhanna Magnusardóttir.
Felagskór sangarar eru Hanna Elisa O. Arge, Trina Eysturoy , Gurli Tummarsdóttir Niclassen, Ellen Paula Pickney, Tinna Tótudóttir, Ingrið Johannesen, Regin í Dali, Asger Eið Jensen.
Kristoffer Mørkøre spælir trummur og Bass, øll hini ljóðførir spælir Niclas Johannesen. Sangurin er upptikin í STUDIO Kris-Stuff, og tað eru næmingar, sum syngja.
Videolagið sæst her VIÐ AT KLIKKJA HER