Koyring til Christianskirkjuna í Klaksvík

Nú verður høvið hjá fólki at fáa flutning sunnudagar, tá gudstænasta er í Christianskirkjuni.

Ein skipan er nú gjørd, soleiðis at illa gongd fólk kunnu biðja um bil til kirkjuna.

Hetta er sett í verk, eftir at ynski er komið frá kirkjufólkinum í Klaksvík um eina slíka skipan.

- Veðrið er ikki altíð til vildar her á landi, og øll eru ikki líka væl gongd, verður sagt úr kirkjuráðnum í Klaksvík. - Vit ynskja ikki, at veðrið skal vera nøkur forðing fyri at koma í Christianskirkjuna.

Skipanin verður gjørd soleiðis, at um ringt verður til Christianskirkjuna á telefon 455770 eftir kl.10.30 sunnumorgun, fáa kirkjutænararnir fatur á bili, sum koyrir til dyrnar hjá tí, ið ynskir bil.

- Vónandi halda fólk, sum hava tørv á bili, seg ikki aftur at gera nýtslu av hesum tilboði, verður sagt.