Citroën C4 fæst bæði við fimm hurðum og sum coupé við trimum hurðum.
Sum nakað heilt nýtt er ein luktspreiðari við fleiri ymiskum luktum innbygdur í ventilatiónsskipanina. Reguleringn av luktinum er trinleys og kann eisini koyrast heilt fyri.
Rattið er heilt annarleiðis, enn vit eru von við. Sjálv miðjan í rattinum (rattnavið), við Citroën búmerkinum, flytur seg ikki, men bert rattkransurin flytur seg, tá bilførarin snarar rattinum. C4 er lættur at koyra, og allar funktiónir á instrumentborðinum sita ergonomiskt rætt. Servostýringin er elektrohydraulisk og tillagar seg ferðina.
Øll instrumentini uttan snúningsteljarin eru í miðjuni á instrumentborðinum, og ljósið í instrumentunum tillagar seg ljósviðurskiftunum - um tað t.d. er myrkt, sterk sól o.s.fr.
C4 fæst við fimm ymiskum bensinmotorum og trimum dieselmotorum. Bensinmotorarnir eru hesir: 1,4 litur við 90 hk, 1,6 litur við 110 hk, 2,0 við 138 hk, 2,0 við 143 hk, og 2,0 litur við 180 hk. Dieselmotorarnir eru: 1,6 litur HDi við 92 hk, 1,6 litur HDi við 110 hk, og 2,0 litur HDi við 138 hk.
Bilurin fekk toppkarakter í EuroNCAP krasjtestunum, eisini fyri at vera "fótgangaravinarligur", um hann t.d. skuldi koyrt á ein fótgangara.
Bíligasti Citroën C4 1,4 Advance bensin við 90 hk kostar kr. 195.000, og prísirnir á dieselútgávunum byrja við kr. 212.000,- fyri ein 1,6 litur HDI við 92 hk.
Bilurin kann síggjast og roynast hjá Ivan Johansen Bilum við Hoyvíksvegin.