Kríggjast um pensjónistar og familjur við smábørnum

Seinastu tíðina hevur tað staðið nógv á teimum trimum flokkunum, sum royna at skipa samgongu og serliga eru tað Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin, sum eru ósamdir um barnsburðarfarloyvi og Samhaldsfasta Eftirlønargrunnin

Skal útgjaldið til pensjónistar úr Samhaldsfasta eftirlønargrunninum hækkast, ella barnsburðarfarloyvið til familjur við smábørnum, longjast.

Hetta er tað stóra stríðið sum hesa seinastu tíðina hevur herjað ímillum teir tríggir flokkarnir, sum nú royna at skipa samgongu.

Samráðingarnar ímillum Javnaðarflokkin, Miðflokkin og Tjóðveldi, hava gingið hampuliga væl, men nakrir snávingarsteinar hava verið, men higartil eru tey komin turrskødd tvørtur um teir.

Fyrr í vikuni vóru tað tey hørðu virðini, sum mundi forkomið øllum, ikki minst Sandoyartunnilin, men tað fekst semja um.


Bleyt virði í buktini

Men í gjárkvøldið vóru tað tey bleytu virðini, sum elvdu til ósemjur og tað eru framvegis hesi bleytu virðini, tey hava stríðst við í dag.

Keldur við tilknýti til samráðingarnar, hava upplýst fyri okkum, at tað, sum serliga hevur ligið í buktini seinasta samdøgurið, er samhaldsfasti eftirlønargrunnurin og barnsburðargrunnurin. Javnaðarflokkurin hevur sett upp á at gjaldið til pensjónistar úr samhaldsfasta eftirlønargrunninum skal hækkast.

Men tað vil Tjóðveldið ikki, tí tey vilja heldur hava, at peningur skal brúkast til at longja barnsburðarfarloyvið.

Hesin tvídrátturin ímillum Javnaðarflokkin og Tjóðveldið hevur verið so stórur, at rættiligur stígur hevur verið í samráðingunum síðani í gjár.

Ósemjan stingur so djúpt, at fyri fyrstu ferð, síðani síðsta fríggjadag, hevur samráðingarleiðarin, Jóannes Eidesgaard, viðgingið, at hann ivast í um tíðarætlanin fer at halda.

Tíðarætlanin hevur alla tíðina verið, at ein nýggj samgonga skal fráboðast á tingfundinum í morgin árini, leygarmorgunin, men í gjárkvøldið mátti hann ásannað, at tað verður ivingarsamt um tað fer at eydnast.


Pressa sitrónina

Annars hava eisini onnur mál elvt til høvuðbrýggj.

Eitt nú hevur Tjóðveldið kravt, at granskingin fær eitt so ógvusligt spark uppeftir, at hinir báðir flokkarnir hava mett tað at vera torført at ganga ynskinum á møti, tí teir duga ikki at síggja, hvussu tað kann fíggjast, uttan at tað skal raka vælferðarøkið. Tað hevur eisini eydnast at finna semju um granskingina og tað er endað við, at krøvini eru linkað nakað.

Fyri at fíggja alt tað, sum skal gerast, hevur verið upp á tal at strika skattalættan, sum ætlanin er at geva í ár, ella í øllum førum ein stóran part av honum.

Hetta eru høvuðsmálini, sum Javnaðarflokkurin, Miðflokkurin og Tjóðveldið skuldu byrjað at telva um í morgun og eygleiðarar meta, at ósemjan kann verða so djúp, at tað fer at taka rúma tíð at finna semju.

Um tað yvirhøvur fer at bera til at finna semju, eru fólk ójøvn á málið um.

Summi halda, at nú er komið so mikið langt, at tey lata ikki CHE samgonguna gleppa nú. Men hinvegin halda onnur, at Tjóðveldið følir seg at vera í eini so sterkari samráðingarstøðu, at tað, sum hetta snýr seg um, er at pressa tær síðstu droparnar úr javnaðar-sitrónini.

Men so kann vandi eisini verið fyri, at Tjóðveldið yvirspælir síni kort og spennir bogan so hart, at strongurin slitnar og alt dettur á gólvið.

Og spurningurin er, um tað hevði verið nakar fyrimunur fyri Tjóðveldið, tí tað er eyðsæð, at Tjóðveldið kann finna semju um mong mál saman við Javnaðarflokkinum, sum ongin møguleiki er at semjast við Fólkaflokkin um, ikki minst á vinnuliga økinum og tá serliga á fiskivinnuøkinum í sambandi við spekulatión og fiskiloyvi og onnur viðurskifti.

Tað skilst eisini, at onnur mál eru komin upp í samráðingar, sum tað kann tykjast løgið at fáa upp í eitt samgonguskjal. Í hesum samnandi hevur Tjóðveldi viljað havt, at varðveitingin av Kirkjubømúrinum kemur við í samgonguskjalið.

Tað halda hinir flokkarnir lítið um, men Tjóðveldi tvíheldur um, at Kirkjubømúrurin hevur ein so heilt serligan mentanarligan og søguligan týdning, at hann eigur at koma í samgonguskjalið.