Krígsfilmar siga søgur um lívið

Krígsfilmar hava altíð verið ein stór listargrein, og í okkara tíð hava filmarnir fingið ein týðandi leiklut sum søgusigarar, har stóru spurningarnir um lívið eisini ofta fáa pláss

Rambo kundi einsamallur kríggjast ímóti einum heilum heri, Tom Cruise gjørdist ungdómsidol, tá ið hann fleyg stríðsflogfør í filminum Top Gun, og kærleikin fór rættiliga á flog í Pearl Harbour.
Teir mest populistisku krígsfilmarnar við einføldum søgum og hetjudyrkan eru bert eitt slag av krígsfilmum, og sum sjangra hava krígsfilmar á ymsan hátt tikið teir stóru spurningar upp til viðgerðar.
Tann fyrsti stóri filmurin í søguni var The Birth Of A Nation, sum snýr seg um kríggj, og síðani eru ein ørgrynna av stórfilmum um kríggj gjørdir kring heimin.
Danska blaðið Jyllands-Posturin viðgjørdi nú um dagarnar krígsfilmar sum hugtak, og blaðið skrivar millum annað, at krígsfilmarnir eru kanska tann sjangran innan filmslistin, har tað ber til at brúka miðilin allarsterkast. Filmarnir nýtast ikki bara at snúgva sum um skotbardagar, blóð og deyða, tí nógvir krígsfilmar snúgva seg um annað og nógv meira enn tað.
- Krígsfilmar kunnu viðgera teir stóru eksistensiellu spurningarnar um lívið, deyða, álit, svik, heiður, sjálvbjargni, hugsjónir og kenslur. Krígsfilmar kunnu eisini virka sum ein listarlig søguskriving, har hetjurnar verða heiðraðar, taparnir háðaðir, og har kendar søgur verða vístar á ein annan hátt, enn almenna søguskrivingin ger, skrivar Jyllands-Posturin millum annað.

Heimsbardagar og Vietnam
Ymisk sløg av krígsfilmum eru gjørdir gjøgnum árini, og tað er ymiskt, hvussu leikstjórar hava viðgjørt evnið. Við hvørt hevur tað snúð seg um undirhald, aðrar tíðir um propaganda, og ofta hava krígsfilmar eisini verið brúktir sum mótmæli ella atfinning.
Stóru kríggini í søguni eru øll viðgjørd á hvíta tjaldinum. Filmarnir um fyrra heimsbardaga snúgva seg ofta um ræðuleikarnar í skotgrøvunum, meðan filmarnir um seinna heimsbardaga eru meira fjølbroyttir, og millum teirra eru nógvar regulerar hetjusøgur. Eisini í nýggjari tíð eru fleiri stórfilmar gjørdir um seinna heimsbardaga – seinast hevur Clint Eastwood gjørt tvíverkið Flags Of Our Father og Letters From Iwo Jima.
Kríggið í Vietnam hevur eisini verið viðgjørt í nógvum stórum filmum, og her er tónin ofta kritiskur. Stórfilmar sum Platoon, Apocalypse Now og The Deer Hunter hava á hvør sín hátt viðgjørt kríggið í Vietnam, og teir meira patriotisku amerikumenninir hava eisini fingið sítt í filmunum um Rambo og Missing In Action.
Hollywood hevur havt ein serligan hug til at gera filmar um kríggini hjá amerikumonnum, og seinnu árini eru fleiri filmar gjørdir um Golfkríggið.

Mannfólk og krígsfilmar
Mannfólk skulu eitast at hava størri tokka til krígsfilmar enn konufólk, og tað heldur danski parterapeuturin Martin Østergaard er sjálvsagt.
- Krígsfilmar eru ein frístaður hjá mannfólki. Filmarnir minna menn á, at hvønn einasta dag stendur teirra lív upp á spæl. Tú kanst koma í trupulleikar, missa arbeiði ella unnustuna, og metingar allatíðina verða gjørdar av, hvussu væl tú klárar teg, sigur hann við Jyllands-Postin.
- Krígsfilmar eru ein áminning um, at tú skalt verða til reiðar at gera hvat sum helst fyri at vinna. Menn hyggja eftir Rambo, tí teir hava brúk fyri at verja seg ímóti, at teir eru viðkæmir. Meira skroypiligur tú ert, ógvusligari filmum hevur tú brúk fyri, heldur Martin Østergaard.
Spurningurin er so, um tað er stóri sannleikin um krígsfilmar, ella um filmarnir heldur eru spennandi og stundum avbjóðandi filmslist, har lívsins stóru spurningar verða viðgjørdir við buldur og brak.


Myndatekstur (mynd: Saving Private Ryan):

Stóru krígsfilmarnir hava staðið seg væl í biohøllunum kring heimin, og seinnu árini er filmurin Saving Private Ryan ein av best umtóktu krígsfilmunum



(at koyra í kassa):


15 stórir krígsfilmar

Paths Of Glory (Stanley Kubrick, USA 1957)
The Bridge On The River Kwai (David Lean, USA 1957)
Ivano Detstvo (Andrej Tarkovskij, USSR 1962)
Dr. Strangelove (Stanley Kubrick, USA/Ongland 1964)
M*A*S*H (Robert Altman, USA 1970)
Patton (Franklin J. Schaffner, USA 1970)
The Deer Hunter (Michael Cimino, USA 1978)
Apocalypse Now (Francis Coppola, USA/Filipsoyggjarnar 1979)
Das Boot (Wolfgang Petersen, Týskland 1981)
Platoon (Oliver Stone, USA 1986)
Stalingrad (Joseph Vilsmaier, Týskland 1992)
Schindler’s List (Steven Spielberg, USA 1993)
Saving Private Ryan (Steven Spielberg, USA 1998)
Der Untergang (Oliver Hirschbiegel, Týskland 2004)
Letters From Iwo Jima (Clint Eastwood, USA/Japan 2006)