Neistin skipar fyri stórfingnum 70-ara tiltaki komandi leygarkvøld Stóra dansitiltakið: ?Aftur í 70´ini? verður í Ítróttarhøllini á Hálsi leygarkvøldið 25.apríl frá kl. 23.00
Orkestrini, ið spæla, vera Spaðar 5, Kræklingar og Karl Martin Samuelsen Band.
Tað mest forvitnisliga er sjálvandi, at
Kræklingar eru samlaðir aftur. Teir byrjaðu at spæla í 1976 og spældu sum rockbólkur við Torbjørn Viderø, sum sangara fram til 1978/79, tá hann gavst vegna lestur í Danmark.
Bólkurin er serliga kendur fyri sangin hjá Martini Joensen ?Svarti ravnur?. Tíl dans spældu teir annars løg hjá m.ø. Led Zeppelin og Procul Harum, og hesi vera ivaleyst at hoyra leygarkvøldið.
Aftaná Torbjørn var farin undir læknalesturin broytti bólkurin stíl og fór meiri yvir til at spæla jazztónleik og vóru teir eisini sera væl umtóktir innan hendan tónleikin. Teir høvdu eisini navnframa
danan, Holger Laumann, sála, við á nógvum løgum teir tá spældu. Teir Kræklingar, ið leygarkvøldið trína á pallin eru Torbjørn Viderø, Ólavur Øster, Kolbein Simonsen, Jan Arge Jacobsen og Jógvan Olsen.
Um Spaðar 5 kann trygt sigast at teir eru Føroya besta dansiorkestur og kunnu spæla besta tónleikin frá 50´unum og fram til í dag. Hesaferð verður tó dentur lagdur á 70´ini.
Karl Martin Samuelsen er eisini millum royndastu musikarar/sangarar her á landið og dugir hann sera væl at fáa lív í dansifjøldina. Karl Martin hevur fingið Anfinn (Anfinn & Co.) við sær og ivaleyst finna teir uppá okkurt gott saman.
Atgongumerki á 200 krónur eru at fáa í Kunningarstovuni og við dyrnar.