- Vit eru umbidnir 600 seyðir til matstovur og handlar, men hava higartil bara keypt 200. Bøndur eru tí vælkomnir at venda sær til okkara, sigur Alberg Gaardlykke. Matvøruvirkið Krás, sum P/F Poul Hansen eigur og rekur í Hósvík, fer í morgun undir at fletta seyð, sum felagið keypir frá bøndrum.
Tað var MBM, Meginfelag Búnaðarmanna, sum í sínari tíð átti og rak virkið í Hósvík sum sláturvirki. Men í fleiri ár hevur Krás verið matvøruframleiðari burturav ? og ikki sláturhús.
Nú hevur Krás riggað tey gomlu hølini, har slátur var áður, til aftur og hevur fingið góðkenning frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni til at fletta seyð.
Alberg Gaardlykke, leiðari á Krás, sigur, at fletting tó bara kann fara fram, meðan matvøruframleiðslan annars liggur still.
- Tí koma vit bara at fletta fríggjadag og leygardag. Vit byrja í morgun, og í fyrsta umfari hava vit 50 seyðir at fletta.
Hann sigur, at Krás keypir seyðin frá bøndrunum.
- Vit eru longu umbidninr 600 seyðir til matstovur og handlar, men hava higartil bara keypt 200. Bøndur eru tí vælkomnir at venda sær til okkara, sigur hann.
Teir byrjaðu at fletta á Krás stundisliga í morgun og væntandi verður flett hendan fyrsta dagin til middags.
- So, hetta er líka sum ein bleytur startur, sigur leiðarin á Krás, Alberg Gaardlykke.