Krøv verða sett til venjarar

Komandi kappingarár verður kravt, at venjarar í 1. deild hjá monnum hava hægstu FSF-útbúgving ella eru byrjaðir upp á hesa

Fótbóltsvenjarar

Hetta er enn ein liður í tillagingini av føroyskum fótbólti, soleiðis at hesin kann lúka tey krøv, sum UEFA ásetur sum minstukrøvini til ymsu deildirnar í Europa.
FSF hevur í drúgt áramál havt venjaraútbúgving. Fyrst í samstarvi við DBU, sum í fleiri ár veitti skeiðsinstruktørar til FSF, og hesu seinastu árini hevur Fótbóltssambandið sjálvt staðið fyri hesum skeiðum.

Markið er á nýggjárinum
Í leikskránni til landsdystin móti Fraklandi greiddi Rúni Heinesen, formaður í útbúgvingarnevndini, frá, at FSF hevur bundið seg til hesar treytir mótvegis UEFA, og at hesar treytir verða settar øllum teimum, sum skulu standa á odda fyri liði í bestu deildini.
Sjálvsagt er tað eisini so, at útlendskir venjarar ikki so gjarna hava eina FSF-útbúgving at vísa á, men hava hesir eina venjaraútbúgving, sum sampakkar við sonevndu UEFA-pro váttanina, verður hetta góðtikið, eins og Fótbóltssambandið kann velja at gera frávik. Sum útgangsstøði verður tó sagt, at frávik bert verða givin, um talan er um venjara, sum hevur í minsta lagi 5 ára royndir sum venjari hjá sáttmálaleikarum, og at hann ella hon í vetur fer í holt við at taka FSF-góðkendu venjaraútbúgvingina.

Nýggj útbúgving
Tá FSF í sínum krøvum staðfestir, at talan skal vera um hægstu FSF-útbúgving, so verður í hesum sipað til sokallaða B-stigið. Tað eru tó longu nú fyrireikingar farnar ígongd, til tess at FSF sjálvt kann bjóða føroyskum venjarum skeið og próvtøku, soleiðis at hesir eisini kunnu røkka A-stignum, sum á pappírinum skal vera avloysarin hjá sonevndu elituvenjaraútbúgvingini.
Í løtuni er FSF í ferð við at útgreinað innihaldið í A-skeiðnum, soleiðis at hetta kann fáa góðkenning frá UEFA, og tá hetta er gjørt, er klárt at fara í gongd við sjálva útbúgvingina. Málið hjá FSF er, at A-skeiðið verður sett sum krav til heimligar venjarar í 2010.

Mugu fylgja krøvunum
Rúni Heinesen, sum er formaður í útbúgvingarnevndini hevur havt hetta málið um hendi seinnu árini, og sjálvur sigur hann, at hetta er eitt arbeiði, sum FSF má gera, til tess at fylgja við menningini.
- Vit eru jú partur av UEFA, og hetta er so ein partur av teimum standard-krøvum, sum verða sett limalondunum. Endamálið við øllum hesum er sjálvsagt, at vit kunnu betra um góðskuna av venjingini og harvið eisini menna sjálvt fótbóltsspælið.
Rúni vísir samstundis á, at hetta er nakað, sum hongur saman við teirri loyvisskipan, sum FSF umvegis UEFA umsitur, og at kravið tí verður sett treytaleyst, tó við teimum undantøkum, sum eru nevnd omanfyri.
Hartil innibera nýggju minstukrøvini frá UEFA krav um, at eisini ungdómsvenjarar í ymsu feløgunum hava FSF-útbúgving. Verður hetta ikki uppfylt, er vandi fyri, at UEFA-pengarnir til ungdómsarbeiðið ikki verða goldnir felagnum.
- Okkara vón er í øllum førum, at vit kunnu eggja føroysku feløgunum at seta nógvar venjarar við. Hetta er eisini ein fortreyt fyri framhaldandi menning, og í FSF er málið í øllum førum, at vit skulu kunna vera sjálvsavgerandi í so máta, sigur Rúni at enda.

Fer at raka
Tað er einki at ivast í, at nýggju krøvini kunnu koma at raka hampuliga hart í nøkrum av feløgunum í bestu deildini. Eitt nú hevur B36-venjarin, Jóannes Jakobsen, ikki lokið FSF-prógv sum venjari, og spurningurin er so, hvørji prógv teir útlendsku venjarar hava, sum í dag starvast hjá ymsu feløgunum. Her kann eitt nú Heine Fernandez í HB vísa á, at hann er í ferð við at taka donsku eftirútbúgvingina fyri yrkisleikarar. Aðrir útlendskir venjarar í Føroyum í ár eru Krzystof Popczynski í GÍ, Flindt Bjerg í KÍ og Piotr Krakowski í EB/Streymi.
At enda kann viðmerkjast, at teir venjarar, sum sambært kappingarskipann FSF?s hava lokið elituvenjaraskeiðið, eru níggju í tali.