Krabbamein: Danmark eigur ikki bestu hagtølini

Fleiri danir yvirliva krabbamein nú enn áður, men kortini liggur Danmark aftarlaga í røðini millum norðurlond.

 

Ymiskar krabbameinsætlanir og átøk í Danmark hava gjørt, at fleiri og fleiri danir yvirliva krabbamein, men nýggj tøl úr norðurlondum vísa, at danir kortini hava millum tey vánaligastu hagtølini at vísa á, tó at batar eru. Í tíðarskeiðnum 2012-2016 yvirlivdu 79 prosent av monnunum og 81 prosent av kvinnunum í Danmark eina krabbasjúkugreining í minsta lagi í eitt ár.

Hetta er ein øking í mun til tíðarskeiðið 2007-2011, har einans 75 prosent av monnunum og 77 prosent av kvinnunum yvirlivdu fyrsta árið. Hetta vísa dagførd tøl hjá NORDCAN, sum er ein dátugrunnur við hagtølum yvir krabbamein í norðurlondum.

Síðan í sekstiárunum hava fleiri og fleiri yvirlivað krabbamein, og soleiðis hevur gongdin verið – ikki bara í Danmark, men í øllum norðurlondum. - Hinvegin er Danmark tað land, har hagtølini yvir tey, sum yvirliva, hava havt størstu framgongdina, sigur Gerda Engholm, hagfrøðingur hjá Kræftens Bekæmpelse.

Síðan í sjeytiárunum hava tølini yvir tey, sum yvirliva krabbamein, annars verið verri í Danmark enn bæði í Svøríki, Noregi, Íslandi og Finnlandi. Men, nú nærkast Danmark hinum norðurlondunum, og danir kunnu tískil veitra ”farvæl” til botnplasering innan fleiri sløg av krabbameini.

Framgongdin í Danmark byrjaði við teirri fyrstu av fýra krabbameinsætlanum, sum kom í ár 2000, og síðan komu krabbameinsætlanir eisini í 2005, 2011 og í 2017. Tað eru serliga átøkini frá 2008, sum tryggja sjúklingum eina skjótari leið til sjúkugreining og viðgerð, ið hava skapt eyðsýnd úrslit fyri danskar krabbameinssjúklingar.

- Tølini gleða meg ógvuliga nógv. Krabbamein er ikki altíð ein sjúka, tú doyr av. Vit síggja, at tíðarfreistir fyri kanningum og viðgerð hjálpa fleiri til eitt lív eftir krabbamein. Vit skulu halda fram við at tryggja skjóta sjúkugreining og viðgerð til tey, sum verða rakt av sjúkuni, sigur Helen Bernt Andersen, forkvinna í Kræftens Bekæmpelse.

Ein av krabbasjúkunum, har Danmark nú hevur lagt norðurlond afturum seg, er innan krabbamein í langa og endatarmi. Talið av teimum, sum fyrsta árið yvirliva krabbamein í hesum gøgnum, er nevniliga økt úr 80 upp í 86 prosent fyri bæði menn og kvinnur. Ein stórur partur av æruni eru snarkanningar fyri tarmkrabba, sum Danmark síðan 2014 hevur bjóðað øllum borgarum í aldrinum, 50 til 74 ár.

Men, hóast fleiri og fleiri yvirliva krabbamein í Danmark, er danir sum heild kortini aftan fyri bæði sviar og norðmenn. - Svøríki liggur á fyrsta plássi, har 85 prosent av monnunum og 83 prosent av kvinnunum yvirliva krabbamein í minsta lagi í eitt ár eftir, at krabbamein er vorðið staðfest.

Ein orsøkin til, at færri yvirliva krabbamein í Danmark enn í øðrum norðurlondum, er, at danir roykja og drekka ov nógv. Tað merkir, siga tey hjá Kræftens Bekæmpelse, at danir oftari fáa krabbasjúkur, sum hava sína orsøk í tubbaki og alkoholi, eitt nú lungnakrabba, ið kann vera trupul at lekja, og har deyðiligleikin er lutfalsliga stórur.