Krabbameinsætlanin setast í verk

Vit eiga at leggja alla orku at geva krabbameinssjúklingunum so dygga og góða viðgerð sum gjørligt, tað verið seg her ella í útlondunum.

Krabbamein er tíverri sjúka, ið alt ov mong kenna til. Umleið 150 nýggir tilburðir av krabbameini verða staðfestir í Føroyum um árið, og enn eru tað framvegis mong, sum tíverri mugu víkja fyri sjúkuni.
At so nógv verða rakt av krabbameini ger, at vit eiga at leggja alla orku í, at heilsuverkið ger sum mest fyri at tryggja sjúklingunum so góða viðgerð sum møguligt, umframt at ráðgevingin og stuðulin til sjúklingarnar og tey avvarandi eigur at vera so holl sum tilber.

Fyri at røkka besta úrslitinum eigur ein samlað strategi at verða gjørd fyri fyribyrging, diagnostikk, kanningar og viðgerð.
Harumframt eiga tilboð um rehabilitering at vera líka sjálvsøgd sum sjúkuviðgerðin.

Bestu røntgendeild
Ein screeningseind eigur at samskipa og hava ábyrgd av verandi og komandi
screeningsætlanum fyri krabbamein í Føroyum.
Í tí sambandi skal landsumfatandi mammografiscreening verða sett í verk, allarhelst fyri allar aldursbólkar. Eisini eiga aðrar krabbameinsscreeningar at verða settar í verk fyri tær mest vanligu krabbasjúkurnar.
Fyri at kunna gera dyggastu og bestu diagnosurnar, eigur Røntgendeildin á Landssjúkrahúsinum at vera útgjørd við mest framkomnu kanningar- og skanningartólum, bæði fyri at geva sjúklingunum bestu álítandi sjúkugreiningina, men eisini fyri at kunna bjóða evnaríkum læknum avbjóðandi starv sum røntgenlæknar.

Skjót hjálp
Í krabbameinsætlanini, sum var almannakunnug í fjør, er holl tilmæli um framtíðar krabbameinsviðgerð og eisini fyribyrging. Politiskt eiga vit at seta tilmælini í verk so skjótt sum tilber.
Ofta verður tikið til, at skjót hjálp er dupult hjálp. Hesi sannleiksorð eru ein royndur lutur í sambandi við krabbamein.
Tí eiga vit at leggja alla orku at geva okkara krabbameinsraktu so dygga og góða viðgerð sum gjørligt, tað verið seg her ella í útlondunum.
www.djurholm.fo