Anna Kristina Joensen er sett í starv sum ráðgevandi sjúkrarøktarfrøðingur hjá Krabbameinsfelagnum.
Hon kemur í starvið fyri Sólrun Jacobsen, sum er farin í farloyvi í eitt ár.
Nýggi ráðgevin er 39 ára gomul og ættað úr Norðragøtu.
Anna Kristina gjørdist sjúkrarøktarfrøðingur í 2008 og hevur starvast á B6 og á Onkologisk Ambulatorium á Landssjúkrahúsinum.
Hon hevur eisini starvast á Umlættingar – og Rehabiliteringsdeplinum Urd hjá Tórshavnar kommunu.
Anna Kristina hevur altíð brent fyri krabbameinsøkinum og hevur nomið sær serútbúgving innan krabbamein.
- Vit fegnast um, at hon nú er sett í starv hjá Krabbameinsfelagnum, sigur felagið í dag.
##med2##