Kransar, diamantar og korona

Sólarmyrkingin er meiri, enn at sólin verður burtur eina løtu.

Flestu okkara munnu hava hoyrt, at umleið tíggju minuttir yvir hálvgum tíggju í morgin, hvørvur sólin eina løtu, ella rættari verður fjald av mánanum.

 

Meðan vit øll gleða okkum til hesa uttan iva løgnu sjón, at sólin brádliga er heilt burtur, mitt á degi, at tað gerst myrkt um okkum og at alt lív steðgar á eina løtu, so siga tey, ið hava skil fyri sólarmyrkingum, at tað er nógv meiri, at halda eygunum eftir, enn einans tann lítla løtan, tá sólin er heilt burtur.

 

Fremstu hugtøkini í so máta eru kransur Bailey's, diamantringurin og koronan.

 

Kransur Bailey's er ein tunnur kransur av sólarljósi, eins og perlur, ið síggjast um rondina av mánanum, tá fulla sólarmyrkingin nærkast. Tað, ið tá hendir, er at sólin skínir enn framvið mánanum, men einans gjøgnum dalar og líðir ímillum fjøll á mánanum. Kransur Bailey's er einans sjónligur eini 10 til 15 sekund hvørju megin fullu sólarmyrkinga, sigst.

 

Tá kransur Bailey's er um at hvørva, er einans ein dalur, sum ljósið skínir framvið mánanum niður á jørðina. Restin av sólini er duld aftan fyri mánan, men koronan sæst væl og leggur eina rond, ein ring, runt um mánan. Men hetta eina staðið, har ljósið enn skínur ígjøgnum, hendan seinasta perlan á kransinum, gevur, saman við koronuni, ta fatan, at ein diamantringur liggur um mánan, og har av navnið.

 

Tá hendan seinasta perlan er horvin, fjalir mánin fullkomiliga sólina, men tó sæst glæmi hennara enn. Fyrstu fáu sekundini eftir at seinasta perlan er horvin, er gjørligt at síggja ein reydligan roða. Hetta er kromosferan rundan um sólina. Eftir at reyði roðin er horvin, sæst einans koronan.

 

Koronan sæst, tá sólarmyrkingin er full, tá mánin fullkomiliga fjalir sólina. Koronan er tann glæman, sum sólin gevur frá sær, og sum vit síggja aftanfyri mánan. Koronan sigst geva ein silvurkendan roða frá sær.

 

Annars verður tosað um fimm stig í eini sólarmyrking.

Fyrsta stigið er nevnt fyrsta samband. Hetta er, tá mánin "nertir við" sólina fyrstu ferð.

 

Annað samband er beint áðrenn fullu sólarmyrkingina. Tað er í hesum stiginum, at kransur Bailey's og diamantringurin síggjast. 

 

Síðani er full myrking. Mánin fjalir nú alla sólarskivuna. Einans glæman frá koronuni er sjónlig. Hitin á jørðini fellur, tað gerst myrkt og djór og blómur gera seg klár til náttina. 

 

Triðja samband er líkt øðrum. Mánin er nú á veg burtur frá sólini aftur, og kanska síggjast kransur Bailey's og diamantringurin.

 

Fjórða sambandi er, tá lutvísa sólarmyrkingin endar. Ljósið er aftur sum vanligt og lívið heldur á, sum um einki var hent.