Krasnik takkar fyri seg

Martin Krasnik er í sínum leikluti sum vertur fyri kjaksendinga Deadline á DR2 vorðin kendur sum ein av teimum mest hvassorðaðum donsku journalistunum seinastu árini. Mangan hevur rok verið um hansara persón, tá hann hevur varpað ljós á viðkomandi evnir, har føroyingar kanska serliga minnast hansara sendingar um makrelstríðið og grindadráp.


Alt fær tó ein enda, og í dag hevur DR2 kunngjørt, at Martin Krasnik gevst sum vertur í Deadline. Í staðin fer hann aftur til starvið sum journalist í Weekendavisen.


- Eg elski at framleiða sjónvarp, eg elski serliga tað serliga klokkan 22.30 á DR2. Men mær dámar eisini at skriva og framleiða bløð. Nú havi eg fingið ein fantastiskan møguleika at skriva (aftur) fyri Weekendavisen, og tað klári eg ikki at siga nei til, skrivar Martin Krasnik á Facebook um avgerðina. 


- Tað hevur verið læruríkt at hava Martin við á liðnum, og vit fara at sakna bæði rumbli og tey slóðbrótandi dømini um frálíkan journalistikk og kritiskar samrøður, ið eru vorði eyðkennið hjá Martin, sigur Heidi Robdrup, redaktionsleiðari fyri DR2 Deadline við DR Kultur í dag. 


Martin Krasnik heldur fram sum vertur í Deadline til endan av august mánaði. Hann hevur verið vertur í sendingini síðan 2013.