Tað er rættarmál millum Óla Jacobsen, fyrrverandi formann í Fiskimannafelagnum og Fiskimannafelagið, sum er til viðgerðar í rættinum í dag. Málið snýr seg um, at nevndin í Fiskimannafelagnum hevur strikað pensjónina hjá honum við teirri grundgeving, at hann hevur verið illoyalur ímóti felagnum.
Ingeborg Vinther, fyrrverandi forkvinna í FA, greiddi í rættinum í morgun frá, hvussu teirra eftirlønarskipan virkar.
Hon segði, at hon sjálv hevði onga ávirkan havt á eftirlønarskipanina, men at tað var ein nevnd, ið fyriskipaði skipanina.
- Hon var síðani løgd fyri aðalfundin í Føroya Arbeiðarafelag, sum samtykti hana, segði Ingeborg Vinther.
Hon sat sum dómari í Gerðarrættinum, tá málið um keyp av makrelkvotum var fyri, og tá metti hon, at Óli Jacobsen hevði eitt partsinnlegg fyri reiðararnar. Hon helt, at Óli Jacobsen gekk beinleiðis ímóti Fiskimannafelagnum.
Um sína egnu eftirløn segði hon, at hon var tengd at, hvussu leingi formaðurin hevði sitið, og at hon annars hevði tagnarskyldu í málinum.
Hon las kortini upp úr reglugerðini fyri eftirløn hjá FA, ið sigur, at um tú forbrýtur teg á sama hátt, sum hevði ført til eina burturvísing frá einum arbeiðsplássi, so missir tú eftirlønina.