Á fundi , sum borgarstjórarnir skipaðu fyri tann 9. mai 2009 vóru teir, landstýris- og løgtingslimir úr oynni kunnaðir um støðuna. Sjúkrahúsleiðslan og læknarnir kunnaðu um støðuna og útlitini - vóru viðurskiftini ikki tikin í álvara og bøtt. Á hesum sama fundi løgdu sjúkrahúsleiðsla og læknar
uppskot fram, sum vísti á eina brúkiliga loysn viðvíkjandi læknaviðurskiftunum.
Av tí, at eingin loysn er fingin á viðurskiftunum – heldur eru tey versnað, eru borgarstjórarnir samdir um, at krevja ein fund við landstýrismannin í heilsumálum Aksel Johannesen, tá hann kemur suður – eftir ætlan í næstu viku.
Borgarstjórarnir harmast um - og góðtaka ikki, at málið ikki er tikið í nóg stórum álvara, og at suðuroyingar skulu liva undir tílíkum ótolandi ótryggum viðurskiftum.
27.januar 2010.
Hildur Vestergård, Sumbiar kommuna
Kirstin Strøm Bech, Vágs kommuna
Mikkjal Sørensen, Porkeris kommuna
Delmar Tausen, Hovs kommuna
Eyðdis Ellendersen, Fámjins kommuna
Kristin Michelsen, Tvøroyrar kommuna
Otto West, Hvalbiar kommuna