Kredit stýring – rætta verjan móti »konkursryttarunum«!

Jákup Bech Jensen, stjóri Inntriv
--------

Strangari lóggáva kann, í ávísan mun, betra um korini hjá fyritøkum, ið missa pening vegna skuldarar, sum fara av knóranum. Kredit stýring er tó tann rætta verjan!
Síðstu tíðina havi eg hoyrt og lisið um fleiri, sum hava mist pening, av tí at skuldarar hjá viðkomandi eru farnir av knóranum.
Tað er altíð sera harmiligt at missa pening, men tað kann tykjast beiskt at vita, at onnur gera sær dælt av hesum tapi.
Sambært greinini: ”Neyðugt at verja seg móti spekulantum”, í Dimmalætting 15. Apríl 2011, er strangari lóggáva besta vápnið, at bæsa hesum sokallaðu ”konkursryttarinum”.
Eg eri avgjørt samdur, at broytingar í lóggávuni skuldu til, men eg haldi ikki, at tað, í sær sjálvum, er loysnin uppá, hvussu ein kann verja seg ímóti spekulantum.

Ikki bert í Føroyum!
Sambært Skráseting Føroya, er talið av strikaðum feløgum í Føroyum økt seinastu árini. Í 2010 vóru ikki færri enn 165 feløg strikað, sum er hægri enn undanfarnu árini. Tíverri eru tey mong, sum ikki hava fingið pening, sum hesi feløg skyldaðu teimum.
Kanning, sum Creditreform hevur gjørt í Europa, vísir, at tølini fyri húsagangir er met høg í 2009 og 2010. Tað er serliga í Fraklandi, Týsklandi og síðani Skandinavia - tølini eru høg. Í mun til mongd av fyritøkum, er Danmark á næst ovasta plássi fyri húsagangir í 2010. 207 fyritøkur fóru húsagang fyri hvørjar 10.000 skrásettar fyritøkur. Creditreform metir, at 1,4 mil. arbeiðspláss eru burtur í Europa vegna fyritøkur, sum eru farnar av knóranum. Sum ein fylgja av mistum arbeiðsplássum, er eisini ein øking av privat persónum, sum eru farnir falit í Europa í 2010 - heili 5,2%.
Sambært kanning, sum Intrum Justitia hevur gjørt í Europa, eru 25% av fyritøkum farnar á húsagang, av tí at ein ella fleiri av teirra skuldarum, eisini fóru av knóranum - uttan at gjalda sína skuld.
European Payment Index, kanningini sum Intrum Justitia ger á hvørjum ári, vísir, at vandin fyri at missa pening og konstateraðum taptum peningi, er hægri enn nakrantíð í 2009 og 2010.

Hví er karantena ikki svarið?
Eg skilji væl tey, sum hava mist pening, og at tey vilja steðga persónum, sum hava staðið aftan fyri feløg, sum ikki hava goldið sína skuld. Eitt bann fyri at virka vil tó aldri hjálpa fyritøkum og einstaklingum at fáa teirra pening. Um ein persónur fær bann fyri at byrja nýtt felag, so kann viðkomandi altíð gera tað gjøgnum strámenn, so sum familju ella vinir. Tá ið so henda karantenan er av, kann viðkomandi aftur dríva virksemið sum áður og harvið fáa nýggjar veitarar í somu støðu.

Broyting í lóggávu
Í Íslandi hevur spurningurin um karantenu eisini verið viðgjørdur í longri tíð. Vinnulívsfólk í Íslandi, sum eg havi tosað við, siga, at karantena ikki er neyðug, tí tey hava aðrar møguleikar. Í Íslandi, sum í flestu øðrum londum í Europa, hava tey ein sonevndan ”svartalista”, har vánaligir gjaldarar verða skrásettir.
Eisini brúka tey ”kennitala”, sum svarar til P- og V-talið. Hetta verður brúkt at skráseta keypara, so tað ikki er ivi um, hvør er keypari og seljari.
Hesar møguleikar hava vit ikki í Føroyum.
Sambært persónsupplýsingarlógini kunnu almennir myndugleikar brúka p-talið, sum skránummar, so eingin ivi vera um, at talan er um rætta persónin.

Fyritøkur eru undir sera strongum reglurnar fyri at kunna nýta p-talið, og tí verður p-talið, so gott sum, slett ikki brúkt.

Persónsupplýsingarlógin loyvir heldur ikki at skráseta vánaligar gjaldarar. Av tí at slíkir upplýsningar eru at rokna sum viðkvæmir upplýsningar, eru reglunar enn strangari á hesum økinum.

Broytingar á hesum báðum økjum, so tað kundi verði møguligt at brúka p-talið og at skráseta vánaligar skuldarar, høvdu avgjørt ført til, at færri mistu pening. Hesar broytingar høvdu havt nógv størri ávirkan, heldur enn at áseta karantenu. Men, hóast tað, so er henda heldur ikki hjálp í sjálvum sær.

Kredit stýring er svarið!
Tað eru tríggir høvuðsfaktorar, sum ávirka peningastreymin hjá fyritøkum og gjaldsmynstrið hjá skuldarum í einum samfelagi. Tveir faktorar eru eksternir, og tí hava fyritøkur, sum so, ikki stóra ávirkan á hesar faktorar.
Teir eksternu faktorarnir eru:
Lóggáva
Konjukturur
Tað tekur ofta langa tíð at broyta hesar faktorar.
Tann síðsti faktorurin er innternur:
Kredit stýring
Hesin faktorur er tann einasti, fyritøkur heilt kunnu ávirka og brúka, sum eitt amboð, at stýra útistandandi peningi.
Tíverri eru tað alt ov nógvar fyritøkur, sum als ikki hava tikið kredit stýring í álvara og hava tí mist nógvan pening.
Hvat er kredit stýring?
Kredit stýring verður ofta definerað sum prosessin at innheinta pening, stýring av skuldarum og útistandandi peningi.
Málið við einari virknari kredit stýring er nógv meir enn bara at áseta kreditmørk hjá kundum. Tað snýr seg eisini um at uppbyggja kundatrúskap og hjálpa til at velja nýggjar marknaðir og kundar.
Kredit stýring snýr seg eisini um ikki at spilla tíð, orku og pening uppá at selja til kundar, sum ikki áttu at verði á listanum yvir møgulig viðskiftafólk.
Tað er umráðandi at vera tilvitaði um endamálið við sølu, marknaðarføring, fakturering og gjaldstreytum, fyri at tryggja sær, at hesi øki samsvara hvørt við annað.
Um marknaðar- og sølufólk hava ein greiðan málsetning, við fokus á kredit stýring at arbeiða út frá, verður teirra uppgáva ikki bert at selja mest møguligt, men eisini at hugsa um ávísur kundi heldur gjaldsfreistir og um hann er førur fyri at gjalda. Váða kundar kunnu eisini verða við at skapa vinning, tó við øðrvísi gjaldstreytum.

Ítøkulig átøk, sum betra um peningastreymin
Tað er møguligt at umganga tap í einum samfelagi, har konjukturur og lóggáva ikki eru jalig mótvegis fyritøkum, um bert kredit stýring er í hásæti. Hinvegin, er tað ikki møguligt at umgangast tap, har kredit stýring ikki verður raðfest, sjálvt um lóggáva og konjukturur annars eru jalig.
Tí, vil eg heita á fyritøkur, stovnar og onnur, sum hava pening útistandandi, at taka við hesum ráðum:
Kredit stýring
Samstarv millum allar deildir í virkinum
Samstarva við røttu kundarnar
Fáa røttu upplýsningarnar um keypara
Regluliga kredit meting av kundum
Skrivligar avtalur um bæði levering, gjald og kostnað av seinari gjalding
Gjaldsfreist 7-14 dagar
Send áminning beint eftir gjaldkomudag, um skuldin ikki er goldin
Send max tvær áminningar
Send ógoldin krøv til serkøna innheintingarfyritøku