- Øll ókeypis skeinking umborð á flogførunum hjá Atlantsflogi skal halda upp at.
Hetta verður nú eitt krav frá Miðflokkinum, sum er í samgongu.
Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum, skilir ikki, hví Atlantsflog sær tað sum sína uppgávu at skeinkja fólk full umborð á flogførunum, sum hann málber seg.
Hann vísir á, at nú verður arbeitt við eini ætlan um at skipa eina tollfrí sølu á flogvøllinum í Vágum.
- Tað hevur Miðflokkurin onki ímóti, tí vit halda, at tað fer at gera tað tollfríu søluna meiri skipaða, enn hon er í dag.
Men hann vísir eisini samstundis á, at tað almenna eigur 67% av partabrøvunum í føroyska flogfelagnum.
Og hann heldur, at so leingi tað almenna hevur eitt orð at siga sum eigari í Atlantsflogi, landsstýrið eisini at seta síni krøv til felagið.
Hann vísir á, at tollmál hoyra undir fíggjarmálaráðið, har Miðflokkurin hevur Karsten Hansen sum landsstýrismann, men Atlantsflog sjálvt hoyrir undir vinnumálaráðið, har Bjørt Samuelsen úr Tjóðveldinum er landsstýriskvinna.
- Og skulu vit ganga við til at skipa ein tollfría sølu á flogvøllinum, verður tað eitt mótkrav frá okkum, at Atlantsflog gevst við teirri ókeypis skeinkingini, sum er umborð á flogførunum, sigur Jenis av Rana.
- Tað verður eitt sjálvsagt krav frá okkum til eitt púra logiskt gerðarbýti við Atlantsflogi, at skulu tey fáa eina tollfría sølu á flogvøllinum, skulu tey afturfyri steðga allari ókeypis skeinking umborð á flogførunum hjá felagnum.
Hann sigur, at tað verður so eitt samskifti, sum skal takast upp ímillum fíggjarmálaráðið og vinnumálaráðið og sum skal enda við, at Atlantsflog gevst við teirri ókeypis skeinkingini.
Uttanfyri vanligt vit og skil
Formaðurin í Miðflokkinum sigur, at flokkurin fer heilt avgjørt at brúka hendan møguleikan at tálma rúsdrekkanýtsluni í Føroyum.
- Eg hoyrir ongastaðni heima, at okkara almenna flogfelag sær tað sum sína uppgávu at skeinkja fólk full fyri einki, sigur hann.
- Hetta er so langt uttanfyri alt vanligt vit og skil, at tað er heilt ótrúligt, at Atlantsflog ikki sjálvt langt síðani hevur funnið út av at steðga hesum virkseminum.
Og so leingi, Atlantsflog hevur nakað sum helst samband við almennu Føroyar, fara vit at nýta høvi til at seta fram krav um, at tann ókeypis skeinkingin heldur upp at.
- Tað er ongin ivi um, at hendan ókeypis skeinkingin økir um brennivínsnýtsluna og í ringasta føri kann hetta vera fyrsti spírin, sum leiðir fólk út í eitt rættiligt misbrúk, leggur hann afturat.
- Tað er mangan ein syrgilig sjón at síggja full fólk umborð á Atlantsflogi og eg skilji ikki logikkin í hesum.
Hinvegin dugir hann ikki at síggja, at politikarar kunnu forða Atlantsflogi at selja rúsdrekka.
- Er tað nakað, teir vilja tjena pengar uppá tað, fáa vit nokk onki gjørt við tað, men at skeinkja ókeypis kann ikki sleppa at halda fram.
Hann sær hetta eisini sum ein spurning um trygd, tí skuldi nakað hent, er tað val ein vansi fyri trygdina, at ferðafólk eru ávirkað av rúsdrekka og tískil ikki klár í høvdinum.
Halda fingrarnar langt vekk
Magni Arge, stjórin í Atlantsflogi sigur, at ókeypis skeinkingin er ein partur tænastuni hjá Atlantsflog.
- Hetta er ein avgerð, ið vit taka, sum reka felagið og hetta er ein avgerð, sum eitt handilsliga rikið flogfelag hevur tikið.
Hann sigur, at hetta er ein tænasta, sum Atlantsflog hevur havt í 20 ár og eg dugi ikki at síggja nakra orsøk til at broyta tað.
- Politikarar skulu ikki blanda seg uppí, hvørja tænastu, vit veita okkara ferðafólki, tí tað er ein avgerð, vit taka, sum reka felagið og tað skulu politikarar halda fingrarnar langt vekk frá, sigur Magni Arge.
Annars leggur hann afturat, at hann hevur fult álit á tí persónliga frælsinum og at fólk sjálvi eru før fyri at umsita tað á ábyrgdarfullan hátt.