Skal bústaðarskylda vera í húsum í Havnini. Ella skal bústaðarskylda vera í ávísu grannaløgum og býlingum?
Hetta er ein spurningur, býráðslimir í Havn nú hava tikið við viðgerar.
Býráðið hevur keypt høvuðssætið hjá BankNordik í miðbýnum at savna fyrisitingina og í tí sambandi skulu nógv onnur hús hjá býráðnum seljast.
Marin Katrina Frýdal vil hava, at tað skal vera ein treyt hjá kommununi fyri søluni, at tað skal bústaðarskylda í húsunum.
Men á býráðsfundi hóskvøldið varð greitt, at tað eru býráðslimir ikki sinnaðir til. Teir halda, at tað ber ikki til at áseta bústaðarskyldu fyri ávís hús.
Hinvegin hildu býráðslimir, at tað kundi verið eitt gott hugskot at broytt byggisamtyktina fyri ávís øki, so at tað var bústaðarskylda í ávísum býlingum.
Eitt nú harmaðist býráðslimir um, at annaðhvørt hús, sum tikið var til, úti á Reyni í gomlu Havnini, stendur tómt, tí at eigararnir búgva aðrastaðni í býnum, ella enntá uttanlands.
Býráðslimir talaðu eisini fyri, at býráðið skal venda sær til landspolitiska myndugleikan at fáa lógina broytta, so at Tórshavnar Kommuna kann gera meiri burtur úr at krevja bústaðarskyldu í húsum í kommununi, akkurát sum gjørt verður ymsastaðni í Danmark.
Savnsmynd.