Gjøgnum tríggjar mánaðir var ein bert fýra ára gamal drongur í fjør útsettur óteljandi ferðir fyri kynslingum ágangi frá mammu síni.
Í mars varð mamman dømd í fongsul í trý ár og níggju mánaðir fyri ágangin, sum sambært løgregluni og ákærumyndugleikanum varð framdur eftir umbøn frá einum tá 42 ára gomlum manni úr Føroyum.
Nú klokkan 8:15 fer rætturin í Lyngby undir málið ímóti manninum, sum skal hava fingið mammuna at fremja ágangin ímóti soni sínum.
Maðurin og kvinnan komu í samband við hvønn annan á sosiala miðlinum Linkedin. Sambandið mentist til, at maðurin gjøgnum chat eggjaði kvinnuna til at misnýta dreingin á ymsar hættir, heldur ákærumyndugleikin.
Kvinnan filmaði ágangin og sendi upptøkurnar til mannin.
Misnýtslan av lítla dreinginum fór fram á einum bústaði í Charlottenlund millum juni og september í fjør. Nakar ferðir bílegði hann fleiri ferðir ágang sama dag, stendur í ákæruritinum.
Tann 42 ára gamli maðurin er ákærdur fyri viðvirkan til neyðtøku av dreinginum fleiri enn 20 ferðir við at eggja mammuna til at hava annað samband við hann enn samlegu.
Sambært ákæruritinum viðvirkaði hann eisini í tíðarskeiðnum til at gera seg inn á dreingin blignaðarliga fleiri enn 10 ferðir.
Harumframt royndi hann at fáa kvinnuna til at hava samlegu við son sín. Tað miseydnaðist tó samnært ákæruritinum »tí hon var banging fyri at verða avdúkað«.
Maðurin fekk esiini fleiri ferðir kvinnuna til at taka pornografiskar myndir av fýra ára gamla soninum og sendar tær til sín.
Tað framgongur ikki av ákæruritinum, hvussu nógvar myndir tað snýr seg um. Men í málinum ímóti mammuni kom fram, at hon 11 ferðir tók myndir av dreinginum, og at tilsamans 59 myndir vórðu víðarisendar.
Mamman játtaði seg seka, men maðurin noktar, at hann hevur eggjað henna til at fremja ágangin.
Ákærin hevur reist málið sum eitt nevningamál. Tað merkir, at farið verður eftir í minsta lagi fýra ára fongsulsrevsing til mannin. Hann hevur tó frávalt nevningar, so tað verður ein dómari og tveir dómsmenn, sum skulu gera av, um hann er sekur.
Dómur fellir vantandi 28. mai.
/ritzau/