Sjúrður Olsen, býráðslimur í Havn, krevur partamannin, Jacob Vestergaard frá sum landsstýrismann fyri avgerðina um at flyta Strandferðsluna til Suðuroyar - Eg haldi, at Jacob Vestergaard, landsstýrismaður er langt úti í hesum máli, og at vit áttu at kravt hann frá beinanvegin, sigur Sjúrður Olsen, býráðslimur Fólkafloksins í Havn í eini viðmerking í sambandi við avgerðina at flyta Starndferðsluna til Suðuroyar.
Sjúrður Olsen finst eisini at borgarstjóranum í Havn, Heðini Mortensen, fyri at viðmæla at arbeiðspláss verða flutt úr Havn. Býráðslimurin staðfestir, at høvuðsstaðurin ongan góðan eigur í løgtinginum, men tað undrar hann, at Heðin Mortensen skal skal hava somu sjónarmið, at flytingin av Strandferðsluni er í lagi.
- Tíðin er kanska komin til at stovna ein havnarflokk á løgtingi bara við einum endamálið, sigur Sjúrður Olsen:
- At verja áhugamál í Suðurstreymoy!