Oljuframleiðslan í Saudi Arabia er hart rakt í Iran-krígnum.
Tíðindastovan NTB veit at siga, at oljuframleiðslan í landinum er minkað við 600.000 føtum av olju um dagin.
Orsøkin er iransk álop, sum hava rakt oljureinsiverk og rørleiðingar, sum eru knýtt at oljuvirkseminum í landinum.
Tað eru keldur í orkumálaráðnum í Saudi Arabia, sum bera hesi tíðindini.
Tíðindini eru eisini endurgivin í almennu tíðindatænastuni, SPA í Saudi Arabia.










