Á býráðsfundi í Klaksvík hóskvøldið hin 9. apríl varð samtykt, at Húsið skal fáa 30.000 krónur at keypa frukt og grønt fyri til børnini og tey ungu.
- Tað hevur leingi verið eitt ynski hjá okkum, at børn og ung skulu hava møguleika at fáa eitt heilsugott ábit eftir skúlatíð í Húsinum.
Tað sigur Annika S. Biskopstø, forkvinna í trivnaðarnevndini børn og ung.
- Sum kunnugt, er Húsið eitt ókeypis tilboð í kommununi, og hóast tey í Húsinum merkja, at børnini eru svong, tá tað kemur út á seinnapartin, so hava tey ikki havt møguleika at bjóða ókeypis mat.
Annika S. Biskopstø vísir á, at við hesi gávuni frá býráðnum ber nú til hjá Húsinum at hava ókeypis frukt og/ella grønt á borðinum hvønn dag restina av árinum, og hetta fegnast tey um.
- Vit frætta úr Húsinum, at tey eru sera glað fyri tilboðið, og serliga eru tað bananinar, ið ganga væl, sigur Annika S. Biskopstø fegin og brosandi.










