The Da Vinci Code, sum er onnur bókin í røðini um Robert Langdon, skapti almikla øsing, tí hon tordi at seta spurnartekin við tað mesta innan kristindómin. Ikki tí, hetta var langt ífrá fyrstu ferð, at hetta varð gjørt, og stóran part av vegnum endurtekur bókini bert tað, sum er ført fram áður – eitt nú í Holy Blood, Holy Grail.
Men hetta var fyrsta ferðin, at hetta var partur av eini lætt lisnari krimi-skaldsøgu, og tað gjørdi helst sítt til, at øsingin var somikið stór. Trýst elvir aloftast til móttrýst, og brádliga hevði Dan Brown heiðurin av at hava skriva bókina, sum gjørdist skjótasti klintrarin í søguni hjá amerikonskum bókasølum. Í dag eru seld fleiri enn 80 milliónir eintøk av bókini. Brown varð eisini stevndur av øðrum høvundum, ið hildu hann hava stolið søgugongdina til bókina, men Brown vann rættarmálið og fekk helst eisini enn størri lýsingavirði til bókina.
Umframt tær fýra bøkurnar, har Robert Langdon er høvuðspersónur, hevur Dan Brown eisini skrivað tvær aðrar. Digital Fortress og Deception Point minna um Langdon-røðina á tann hátt, at talan er um action-pakkað krimi, har øll søgugongdin bert fevnir um 24 tímar, hevur hópatals gátur, har list, súmbolir, og gamlar sagnir hava sína stóru ávirkan, og har lesarin eisini sleppur inn um dyrnar á onkrum loyniligum agenturi.
Tað var ikki fyrr enn í 1996, at Dan Brown gavst sum lærari og gjørdist fulltíðar rithøvundi. Undan hesum hevði hann eisini roynt seg sum sangara og sangskrivara, men við bókini fann hann sína røttu hill.
Fyrstu bøkurnar skaptu tó ikki stórvegis umrøðu. Nøkur hundrað túsund eintøk vórðu seld, men hetta broyttist alt, tá The Da Vinci Code kom á marknaðin. Eftir einari viku var bókin ovast á sølulistanum hjá New York Times, og ta einu vikuna vóru allar fýra bøkurnar hjá honum at finna á top-listanum.
Síðani hevur talan verið um tvær bøkur afturat í Langdon-røðini, sum eftir øllum at døma verður tað, sum Brown fer at nýta orku sína til. Í øllum førum hevur hann í sjónvarpssamrøðu sagt, at hann hevur hugskot til einar 12 bøkur afturat í Langdon-røðini.
Fakta
Dan Brown
Føddur 22. juni 1964
Giftur við Blythe Newton
Útgávur í Langdon-røðini:
Angels & Deamons
The Da Vinci Code
The Lost Symbol
Inferno
Aðrar bøkur:
Digital Fortress
Decepton Point
Skrivað saman við Blythe Newton:
187 Men to Avoid: A Survival Guide for the Romantically Frustrated Woman
The Bald Book