Tíðargrein
Annika Mittún Jacobsen
Kringvarpsstjóri
Sjálvandi snýr tað seg eisini um pengar. Um turr tøl og raðfestingar. Men í kjalarvørrinum á dagsaktuella kjakinum um kringvarpsgjald eiga vit at lofta bóltinum og halda á við kjakinum um Kringvarp Føroya. Tí tað er absolut jaligt, at vit kjakast um Kringvarpið. Tað er jaligt, at áhugi er fyri tí mest týdningarmikla mentunarstovni, ið vit eiga.
Kjakið um Kringvarpið liggur tætt upp at kjakinum um, hvat fær okkum at føla okkum sum føroyingar? Hvat fær okkum at búgva í hesum landi? Hvat skapar og viðlíkaheldur samleikan hjá okkum føroyingum? Talgilti heimurin, alnótin, sjónvarp, útvarp, spøl v.m. hevur størri og størri týdning fyri okkara samleika, bæði fyri føroyingar í og uttan fyri Føroyar. Tíðarnýtslan á hesum miðlum hevur fyri langari tíð síðani yvirhálað bóka og blað lesnað. Tí verður tað fyri hvønn dag meira átrokandi at fáa føroyska talu á talgilta heimin, soleiðis at vit framhaldandi kunnu føla okkum sum føroyingar. Kringvarpið er einasti stovnur í landinum sum er gearaður til at seta hetta í verk. Og hartil kemur alt føroyska tilfarið, ið Kringvarp Føroya millum ár og dag hevur framleitt, sum longu hevur verið við til at mynda okkara samleika, og sum kann gevast út.
Málsligi týdningurin
Føroyska málið livir eitt professionelt lív í Kringvarpi Føroya. Stovnurin tryggjar, at málið verður brúkt í almenna rúminum. Málsliga ávirkanin er risastór, tí tilvitað ella ótilvitað er tað mál og mentan, ið fær føroyingin at føla seg sum føroying. Og úr tí sprettir tankin um at seta búgv í Føroyum. Fyrsta apríl í ár hevði útvarpið temadag í samband við at heimastýrislógin tá hevði 60 ár á baki. Í gomlu ljóðbrotunum, ið vóru at hoyra henda dag, hoyrdust føroyskir politikarar tosa danskt við føroya fólk.
Skattakrónur til tey bestu
Tað almenna, tað vil siga vit øll somul, eigur stovnar, ið verða fíggjað umvegis skattin, sum tú og eg gjalda. Hvussu kunnu hesi rekast, soleiðis at peningurin verður nýttur optimalt? Eftir mínum tykki er svarið at finna í starvsfólkunum. Dugnalig starvsfólk kunnu velja sær tað arbeiðspláss, ið teimum dámar best. Og hevur tú sum arbeiðspláss tey bestu starvsfólkini, so verður títt tilfeingi brúkt optimalt. Um skattakrónurnar altíð verða brúktar til at seta tey næstbestu, tí at skipanin er so stirvin, at tað privata vinnulívið hevur nógv meiri at bjóða - ja so verður ringt at fáa skattkrónur at sparka reyv.
Stuðul til vinnulívið kann vera so nógv
Vínnulívið kann stuðlast við beinleiðis – ella óbeinleiðis stuðli. Beinleiðis stuðul er peningur, ið verður goldin beinleiðis til fyritøkuna, og er hetta eyðsýnt og lætt at hava við at gera. Óbeinleiðis stuðul er ikki eins lætt at gjøgnumskoða. Ein óbeinleiðis stuðul til vinnulívið er til dømis bannið hjá Kringvarpinum at lýsa á netinum. Hesin stuðulin hevur ein kostnað við sær, sum ikki bara eru krónur og oyru. Høvdu vit havt nakrar upptøku- og lýsingarfyritøkur í Føroyum, um føroyska samfelagið ikki loyvdi sjónvarpslýsingum? Uttan Kringvarpið høvdu hesar fyritøkur ongantíð fingið ein pall at ment seg á, áðrenn tær settu fyrsta fótin út um landoddarnar. Líknandi menning fer í løtuni fram á internetinum.
Sjálvandi skal almennur peningur ikki brúkast til at trýsta ein privatan aktør út úr kappingini. Ei heldur skulu aðrar stórar fyritøkur sum fyrr vóru almennar, og tí hava eina sterka positión á marknaðinum, brúka sína positión til at trýsta ein annan aktør út av marknaðinum. Hetta hava vit Kappingarráðið til at tryggja.
Forboð forðar menning
Kapping er so nógv, kapping er ikki bara at býta potentiellar marknaðir millum sín. Kapping er í stóran mun dugnalig starvsfólk, ymiskleiki og nýhugsan. Tað er ikki mennandi fyri marknaðin at ávísir aktørar hava marknaðarpartin, tí at aðrir aktørar hava forboð fyri at fara inn á marknaðin. Tað eigur at vera soleiðis, at tann aktørurin, ið hevur størsta marknaðarpart, er tann aktørurin ið gevur bestu tænastu við dugnaligum starvsfólkum og nýhugsan. Alt annað støðgar menningini.
Nýmótans samfelag
Hvat er eitt nýmótans samfelag? Kann eitt samfelag rópast nýmótans um ongar sjónvarpstíðindasendingar finnast, einki playstation við valmøguleikanum, “føroyskt mál”? Ongar mentunarligar sendingar um, hvussu føroyringar liva og eru? Einki útvarp? Eingin, ið verjir fólkaræðið á føroyskum?
NEI tað er óhugsandi! So verður eingin visjón 2015, so verður einki “besta land í heiminum,” eingin fólkavøkstur – ella kvinnur, ið flyta aftur til Føroyar.
Rokningin tødnar
Játtanin til Kringvarp Føroya er ikki hækkað seinastu 5 árini, hetta hóast lønarvøksturin, ið Fíggjarmálaráðið hevur samráðst við fakfeløgini um, í sama tíðarskeiði er hækkaður áleið 30 prosent.. Avleiðingin er, at í dag starvast 20 fólk færri í Kringvarpinum, sammett við 2004. Og hóast skerjingina í starvsfólkatalinum eru lønarútreiðslurnar meiri enn 100% av kringvarpsgjaldinum, umframt at Kringvarpið sjálvt hevur fíggjað alla samanleggingina av Útvarpinum og Sjónvarpinum. Tí er støðan í dag tann, at ein triðingur av fíggjarætlanini hjá Kringvarpinum eru inntøkur frá lýsingum og spølum. Omaná alt hetta er endalønin hjá einum útbúnum journalisti kr. 25.200,- um mánaðin. Skal Kringvarpið mennast og varðveita tey dugnaligastu starvsfólkini, so mugu vit sleppa at arbeiða og virka í framtíðar samfelagnum, Føroyum til frama.
Fakta:
Public Servic loysir fýra uppgávur:
Styrkja borgarans evni at handla í einum demokratiskum samfelag
Avspegla Føroyar og føroyingar
Stimbra kreativitet og mentan
Strimbra vitan og forstáilsi