Í sendingini »Álvaratos« hjá Kringvarinum fríggjadagin segði verturin, Jákup Magnussen, at fyritøkur kunnu keypa sær atgongd til tíðindi á Rás2. Hesum afturvísir Jonhard Hammer, stjóri á Rás2. Í sendingini Álvaratos í Útvarpinum fríggjadagin vóru Rás2 og Miðlahúsið til viðgerðar.
Verturin í sendingini, Jákup Magnussen, førdi fram, at tað ber til at keypa sær atgongd til tíðindini á Rás2.
- Hetta vil eg avsanna. Tað ber ikki til, tí tað er greiður skilnaður ímillum tíðindi og lýsingar, sigur Jonhard Hammer.
Hann sigur víðari, at um Jákup Magnussen heldur seg hava onkur prógv um hetta, so vil Jonhard Hammer hava Jákup Magnussen at leggja tey fram.
- So kann eg sum stjóri fyri Rás2 kann fyrihalda meg til tey.
Í sendingini varð eisini ført fram, at Rás2 vildi ikki nevna norðoyastevnuteitið hjá Klaksvíkar Sjónleikarfelag í fjør, tí Klaksvíkar Sjónleikarfelag vildi ikki gjalda fyri tað. Hetta passar ikki, sigur Jonhard Hammer.
- Morgunsendingin á Rás2 hevði innslag um Rukkur í Lakkinum í vikuni fyri norðoyastevnu. Ein av luttakarunum segði eisini, at Rás2 er einasta rás, sum tekur tíðindi frá Føroya Tele upp, tí partarnir hava eina lýsingaavtalu. Rás2 hevur onga lýsingaavtalu við Føroya Tele. Partarnir hava havt eina avtalu, men tá tryggjaði stjórin í FT Samskifti sær sjálvur í avtaluni, at hon skuldi ikki merkja, at Rás2 ikki kundi føra kritiskan journalistik ímóti Føroya Tele, sigur Jonhard Hammer.
- Tað er ódámligt, at Útvarpið við øllum sínum almennu milliónum skal føra eina hetz ímóti ein lítlari, privatari útvarpsstøð. Og eg skal lata verða við at siga mína hugsa um, hvørt Kringvarpið er kommeriselt ella ikki. Starvsfólkini á Rás2 hava ikki uppiborið slíka umrøðu, sum tey fingu í Útvarpinum fríggjadagin. Okkara fáu starvsfólk hava megnað at givið Kringvarpinum veruliga kapping, og javnan verið framman fyri Kringvarpið. Tað má verða eindømi í heiminum, at ein lítil útvarpsstøð megnar hetta ímóti almenna risanum. Tað skulu okkara røsku og dugnaligu starvsfólk hava stóra takk fyri, og vit ætla okkum ikki at missa mótið av ódámligu viðferðini frá Kringvarpinum, sigur Jonhard Hammer, stjóri á Rás2.