Kringvarpið fær kortini ikki 3,5 milliónir afturat næsta ár, soleiðis sum landsstýrismaðurin í vinnumálum hevur ætlað, fyri at sleppa undan so ógvuslinum sparingum, sum leiðsla og stýrið annars hava boðað frá.
Nú málið hevur verið til viðgerðar í Fíggjarnevndini er upphæddin tódnað næstan niður í helvt.
Samgongan í Fíggjarnevndini er samd um, at Kringvarpið skal ístaðin fáa 1,9 millión afturat næsta ár fyri at minka um ávirkanina av tí neyðuga niðurskurðinum, ið Kringvarpið noyðist at gera.
Bill Justinussen, sum umboðar Miðflokkin í Fíggjarnevndini, staðfestir, at talan er um eina neyðsemju í samgonguni
- Miðflokkurin vil ikki hava, at Kringvarpið fær hægri játtan og so møttust vit áleið á miðjuni, sigur hann.
Miðflokkurin arbeiðir hinvegin hart fyri at einskilja Kringvarpið.
Samgongan í Fíggjarnevndini staðfestur, at Kringvarpið má niðurlaða starvsfólkatalið, soleiðis at javnvág aftur fast millum inntøkur og útreiðslur.
- Stig eru tikin til at fáa javnvág í raksturin í 2013, og játtanin á fíggjarlógini skal tryggja eina lagaliga yvirgongd til lægra starvsfólkatalið, sigur samgongan í Fíggjarnevndini.
Samstundis er ætlanin, at alt virksemið hjá Kringvarpinum verður savnað í Sortudíki so skjótt sum møguligt á vári í 2013.
Ein patur av eykajáttanini á 1,9 millión, skal nýtast til loysnina at savna øll starvsfólkini í Sortudíki.
- Hetta fer at viðføra møguleikar fyri einum effektivari rakstri hjá samanlagda stovninum.
- Ætlanin er, at bygningarnir hjá Kringvarpinum í Vørsðluni, verða lýstir til sølu sum skjótast og søluinntøkurnar kunnu verða brúktar til at byggja fyri í Sortudíki.
Hinvegin heldur andstøðan í Fíggjarnevndini, sum eru Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi, at Kringvarp Føroya má tryggjast ein støðugan rakstur, har inntøkurnar samsvara við public service skyldurnar.
Kringvarpsgjaldið skal leggjast um, sigur andstøðan og hevur lagt uppskot fyri Løgtingið um at krevja tað inn umvegis skattin.
- Útvarpið skal ikki vera í kapping við privatu miðlarnar um handilslýsingar og lýsingarinntøkurnar frá sjónvarpinum skulu setast í Miðlagrunnin.
- Allir fjølmiðlar kunnu síðan søkja úr grunninum, eitt nú til stuðul til blaðútbering, fyri at tryggja eitt fjøltáttað úrval av fjølmiðlum í Føroyum, sigur andstøðan.