Seinnapartssendingin hjá Rás2, har sent verður úr Runavíkar kommunu vitjaði í dag Eyðun Jacobsen á Glyvrum, sum er væl kendur innan tað kristiliga tónleikaumhvørvið.
Eyðun Jacobsen var fyri stuttum á ferð við kvartettini í Betesda, har leiðin gekk til Nashville í USA at taka upp til eina fløgu, sum fekk heitið "Dýrdarlandið". Fløgan vann eina FMA virðisløn, og er gott og væl útseld.
Eyðun heldur kortini ikki, at útvarpsstøðin, sum øll rinda til spælir nakað nevnivert av fløguni "Dýrdarlandið" o.ø. føroyskum útgávum, sum vanligum fólki líkar væl.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna við Eyðun Jacobsen, sum skjótt fer enn eina tónleikaferð til Nashville í USA.