Kristian Djurhuus: Abbi mátti yvir í Geil at vita hvat klokkan var

Sum nevnt í seinastu Miðviku fara vit nú undir at endurgeva brot úr óprentaðu endurminningunum hjá Kristian Djurhuus, fyrrverandi løgmanni. Hetta er forvitnisligur og stuttligur lesnaður

2. partur

Kristian skrivar so mikið nógv, at tað ber bert til at endurgeva brot úr tí, hann hevur skrivað. Men hann dugir sera væl at greiða frá lívinum í Havn fyrst í undanfarnu øld:
Eg varð føddur 12. februar 1895. Míni foreldur vóru Hans Andreas Djurhuus, timburmaður, og Ellen Cathrine f. Larsen. Bæði vóru fødd í februar 1869. Foreldrini hjá abba vóru skiparin Christian Djurhuus, sum eg eri uppkallaður eftir, og omma var Anna Marie Christine Pedersdatter, bæði úr Havn.
Mamma mín var úr Porkeri, dóttir handilsmannin Johan Larsen og Elsebeth Helenu f. Magnussen. Hon doyði í barsilssong, tá var mamma knapt trý ára gomul. Hetta var ein dyggur smeitur hjá abba. Tað fór at ganga niður á bakka hjá honum, og endaði tað við, at hann fór á húsagang við handlinum.
Anna Sofía mostir mín, sum seinni giftist við postmeistaranum C.C. Danielsen í Havn, var 11 ár eldri enn mamma, og hon kom at standa fyri húsarhaldinum.
Tá ið Anna Sofía giftist til Havnar, flutti abbi við henni. Hann doyði í Havn og er grivin á Svína­ryggi saman við Onnu Sofíu og hennara.
Ólastova lá saman við øðrum húsum yviri á Kák. Navnið Kák kemur av, at her skuldi í eldri døg­um vera rættar­staður. Ein kákur er ein stólpi við almannaveg sum lóg­brótarar vórðu bundnir við til revsingar.
Abbi fortaldi mær, at sjálvt rættar­staðið var beint aftanfyri Óla­stovu. Hetta gjørdi jú ræðu­søg­urnar, sum gamlar konur fortaldu, serliga hárreisandi!

Abbi var sera sterkur
Útróður var grundarlagið hjá teim­um flestu tá í tíðini. Abbi for­­­taldi mær, at hann longu sum smá­­­drongur mátti vera við í útróðrinum.
Tað var hansara uppgáva at vekja menn at fara til útróðrar. Tá var eingin klokka í Áarstovu. Tann nærmasta klokkan var hjá Poul í Geil. Abbi mátti ofta standa í bítandi kulda og náttarmyrkri uttanfyri Geilahúsini og lurta eftir sløgunum hjá klokkuni í Geil, og harvið kunna meta um, nær tað var hóskandi tíð at fara til útróðrar, eisini havandi streymin í huga.
Abbi hevði ikki fingið skipaða skúlagond, men hann man hava havt góð evni, tí hann dugdi væl skriving, rokning og religión, sum vóru tær týdningarmestu læru­greinirnar. Hann hevði eisini eina vakra gotiska skrift. Eftir tí pápi fortaldi, má abbi hava havt eitt framúr minni. Hann var førur fyri, tá ið hann kom úr kirkju, at endurgeva taluna hjá presti so gott sum orðarætt.
Abbi var eisini framúr sterkur. Eg minnist, tá ið eg sum drongur plagdi at fara við honum til útróðr­ar, hvussu báturin ristist, tá ið abbi tók í árarnar. Hann var tá ein eldri maður.
Sjálvt um tað hevur verið fá­tækra­­sligt í Áarstovu, so hevur lang­omma dugað at givið børn­unum gott til matna, tí annars hevði abbi ikki kunnað havt allar hesar kreftirnar. Tey høvdu jú ætt í Kolla­firði, so kanska er onkur góður biti komin frá teimum. Men lang­abbi var sera ærukærur og honum dámdi einki at fáa hjálp.

Vertshúsið
Brøðurnir hjá abba vóru Óli Jákup, pápi Hans Andreas, Janus, Poul Juel, Christian og Armgarð. Síðan var tað Hans Andreas, Dia, á Vertshúsinum og Jens Christian, sum fór til Amerika og kom aftur á gamalsaldri. Hann er umrøddur í røðini Hendur ið Sleptu.
Tá ið Dia gavst sum sjómaður, stóð hann fyri Vertshúsinum, sum stóð beint frammanfyri Áarstovu. Hóast hann hevði verið trúlovaður við ommu, ið ikki vildi bíða eftir honum, sum greitt frá í seinasta parti, var hann sera hjálpsamur við pápa og okkum tríggjar brøður. Tá ið arbeiðsloysi var hjá timbur­monnum, plagdi pápi at fáa arbeiði at umvæla vertshúsið og eisini við at gera bátaútgerð, sum varð seld í handlinum hjá Dia.
Dia keypti eisini mjólk hjá okkum, og plagdu eg og beiggi míni Johan at bera mjólkina yvir á hotellið.
Heimani frá fingu vit strong boð um, at vit skuldu fara úr húgvuni, tá vit komu inn í forstovuna. Vit skuldu banka á dyrnar og siga góðan morgun. Hetta varð eisini gjørt. Men vóru tað einihvørji boð, ið skuldu berast, so var hetta upp til Johan. Eg var alt ov smæðin!
Á jólum var tað serliga spennandi at koma yvir á hotellið, tí tá fingu vit køkur.
Tá á døgum var nærum einki, sum æt frukt, men eg minnist kortini eina ferð, eg fekk eina banan frá abbabeiggja. Tað var sera forkunnugt.
Abbi hevði eina systir í Keyp­mannahavn. Hon sendi okkum hvørji jól súrepli. Tey vóru eisini so súr, at pápi át sukur saman við teimum.

Søgan um Bismark
Dia var ein rættiligur djóravinur. Hann gav øllum dunnunum, sum hildu til á sandinum at eta, og fekk hetta eisini æðurnar at koma niðan í Havnará.
Vanliga hevði Dia ein grís at eta avlopið frá køkinum. Ein av teimum kallaði hann fyri Bismark. Hann var blivin so stórur og feitur, at beinini bóru hann ikki. Tá ið Bismark skuldi slaktast var hetta ein stórhending hjá ungdóminum við Eystaru Vág.
Býurin hevði tveir slaktarar. Annar var Stóri Petur, Peter Christiansen. Hann hevði fullskegg og sá út sum ein villmaður. Hin var Hans Lindenskov, sum var líka stórur og líka svarthærdur, men hann var tó snøggari.
Hesir báðir risar sýntust sera ógvusligir fyri okkum dreingir við teirra stóru knívum, teir høvdu hangandi í buksureimini. Høvdu teir kenning var tað enn ógvusligari.
Hetta var ein fyrrapart, at Bismark skuldi avlívast, og risarnir báðir skuldu taka hann. Men Bismark, sum ikki kendi onnur mann­fólk enn Dia, hevði ongan hug at fara við teimum báðum.
Fyrsta royndin miseydnaðist. So var roynt at seta tjóður á hann. Men hann ýldi longu sum ein stungin grísur. Hesi ýlini fingu fleiri forvitin at koma til staðar. Sveittandi og bannandi eydnaðist at enda risunum at fáa Bismark til sláturhúsið.
Her varð Bismark niðurbundin fyri at doyva hansara ýl. Nú var tað ringasta eftir. Tað var at fáa Bismark lyftan upp í sláturhúsið, har gólvið lá um ein alin omanfyri vegin.
Her vóru nógv komin, sum vóru forvitin eftir at síggja, hvussu hetta fór at spæla av, og nú sluppu børnini ikki framat. Men framvegis hoyrdust ýlini frá honum.
Men avlívaður varð Bismark, tí einar tveir dagar eftir fingu vit eina súltu, sum var besta súlta, eg havi fingið í øllum lívinum.

------------------------


Ejler Djurhuus:
Pápi var virkin til tað seinasta

Vit hava havt samrøðu við Ejler, yngsta sonin hjá Kristian Djurhuus. Hann dugir eisini væl at greiða frá. Hansara frásøgn verður síðuleypandi við í frágreiðingini hjá pápanum. Í hesum partinum greiðir Ejler frá um pápan og um hansara seinastu tíð

Pápi keypti trøðna við Rangá í Trongisvági í 1931. Tað fyrsta, hann gjørdi, var at fara at skera torv her. So varð bygt eitt torvhús, her sethúsini nú standa. Trý ár seinni hevði hann velt so mikið, at hann byrjaði at hoyggja. Tá bygdi hann torvhúsið um til eitt hoyggjhús.
Tá búði vit á Tvøroyri í sýslu­mans­húsinum. Pápi kom suður í 1920. Hann bygdi í 1923. Reiðarin Gudmund Mortensen var byrjaður at byggja húsini. Hann hevði stoypt grundina upp.
Men hann var blivin sjúkur og bjóðaði pápa grundstykkið við grundini á. Tað segðist, at har var gandur. Ein gomul kona sum búði niðanfyri vegin var so illa í øgn við Mortensenmenninar. Hon hevði lovað, at eingin Mortensen skuldu verða eydnusamur á teirri jørð, sum hon meinti, at hon átti. So hendir hetta , at eftir at Gudmund er farin at byggja, fær hann beinetara, sum gav honum eitt stívt bein, so hann slepti byggingini.
Pápi fór so at byggja húsini upp. Tað gekk skjótt fyri seg, og hann flutti inn longu sama ár. Hetta vóru eini nokk so stór hús. Hann seldi so húsini til statin í 1931. Har er so sýsluskrivstovan framvegis saman við politistøð aftaná um- og tilbygging.
Har er Suðuroyarting framvegis. Hetta stavar frá tíðini, tá ið tað ikki var so høgligt at ferðast úr Suðuroy sum nú. Tað kundi sleppa suðuroyingum frá at fara til Havnar til fyrireikandi fundirnar í samband við rættarmál.
Í 1938 bygdi pápi summarhús her við Rangá. Hetta var ein barakk, sum varð brúkt, tá ið saltsiloin varð bygd á Drelnesi.
Tað er so bygt so við og við í tilsamans níggju stigum. Foreldrini búðu á Tvøroyri líka til 1962, tá fluttu tey inn higar við Rangá og her trivust tey sera væl.
Eftir at pápi hevði bygt hoyggj­húsið, helt hann fram við at velta. Seinni, tá hann kom inn í politikk, hevði hann ikki so góða tíð til tað. Tá fekk hann fólk at hjálpa sær. Tey høvdu ein húskall, Marius úr Sumba. Hann var sera trúfastur. Hann var hjá teimum í 45 ár.
Hevði ongastaðni at búgva
Eg varð føddur í 1926 í sýslu­mans­húsinum. Hinir tríggir beiggjar­nar vóru føddir í Havn. Mamma flutti ikki suður beinanvegin, tá pápi gjørdist sýslumaður. Tað fekst einki hús at búgva í. Tey fyrstu árini var pápi veruliga einsamallur her suðuri. At byrja við svav hann uppi á skúla­loftinum og hevði avhalds­húsið sum skrivstovu. Hann át hjá Bennedsen, sum var yvirlærari á Tvøroyri.
Undanfarni sýslumaðurin Oliver Effersøe hevði avviklað alla sýslu­skrivstovuna sum hon var, so pápi kom til einki. Havnarmenn vóru ikki so populerir tá. Avhalds­húsið varð eisini brúkt sum dansistova.
Mamma og beiggjarnir royndu so at koma suður. Tey høvdu leigað eini hús inni á Hvítanesi, sum »gamli skraddarin« átti. Hann var pápi kenda málaran Sigmund Petersen.
Men tað gekk bert eitt ár, tá skuldu tey hava húsini aftur, og so mátti mamma aftur flyta til Havnar.

Pápi arbeiddi til sín seinasta dag
Pápi arbeiddi líka til tað síðsta úti á trøðni til í 1984, tá ið hann doyði.
Pápi hevði sett sær fyri, tá hann fylti 80 ár, at hann skuldi fáa ein heygg her vestanfyri veltan, áðrenn hann legði frá sær. Pápi fór í holt við heyggin, og tað var tað bera grót. Hann lagaði so grótið upp í ein garð tvørtur um trøðna. Eg havi roynt at meta um nøgdina, og har eru minst 5-6.000 tons av gróti í. Garðurin var dupultlagaður. Hann var kanska ikki so serliga góður, tí hann brúkti alt grótið, eisini tað smáa.
Tað er ófatiligt avrik. Stykkið er 900 fermetur, sum lagað er um. Hann knógvaði ígjøgnum tað og bleiv eisini liðugur.
Hann drenaði eisini og umvældi tað, sum fyrr var drenað. Hann var so komin til eina veit nakað niðar­laga á trøðni. Tann 21. november gróv hann eina veit og sá, at eitt stórt æl stóð fyri Botnskarðið. Tað eru einir 300 metur at ganga niðan har frá húsum. So var ein lítil steinur farin niður í hesa veitina. Hann vildi ikki sjálvur fara niður í veitina eftir steininum men royndi at fáa hann við endan á einum spaka.
Pápi hevur helst rætt seg so langt og sett so nógv á, at hann fekk ein blóðpropp í hjartað. Eingin var hjá honum og eingin visti av hesum. Hann er dottin fleiri ferðir á veg til hús, tí hann var runutur um alt andlitið og um allan kroppin, tá hann kom heim. Pápi fór oman í fýrrúmið og skifti, og kom so inn í baðiverilsið.
Beint tá kom heimahjálpin at gera døgurða til pápa og Marius. Tað varð ringt til læknan Signar Dam, og hann kom beinanvegin. Hann segði, at tað var einki at ivast í, at hetta var blóðproppur.
Pápi legði seg og segði seg at hava tað heilt gott. Eg skuldi til Havnar morgunin eftir. Eg sigi við pápa, at so fari eg ongan veg. »Jú, tú skal fara,« sigur hann. »Men eg verði so her inni hjá tær í nátt.« »Nei«, sigur hann, »tað skal tú heldur ikki. Marius er inni, tað er nokk,« sigur hann.
Eg fekk so sett eina telefon við forleingjara við seingina hjá honum. Hann segði, at nú fór hann at ringja til Rúna langabbasonin, sum var 3 ár. Tað gjørdi hann, tá ið eg fór avstað. Tá eg kom framvið hjá dóttrini prátaðu teir framvegis í telefon.
Morgunin eftir, tá ið eg var við at fara oman á kajuna á veg til Havnar, tá er tað, at Marius ringir, at hann helt at pápi var deyður.
Tá kom Signar og váttaði, at so var.


Í komandi parti verður hildið
fram við frásøgnini hjá feðgunum báðum